Tvey sjónarmið sum eg illa kann einast við

Hoyrdi eitt kvøldið ein sjónvarpsmann gera eina samrøðu umborð á einum stórum línubáti.

Eg fekk ta uppfatan av samrøðuni, at tað vóru teir smáu útróðrarbátarnir, sum vóru tann størsta hóttanin ímóti grunnunum. Her eri eg ikki samdur, tí hesin partur av flotanum verður so nógv forðaður av veðri og streymi og øðrum avmarkingum, sum aðrir ikki hava so eg endurtaki tað, sum eg ofta áður havi sagt, útróðrarflotin undur 10 tons eigur at fiska frítt, so hetta ikki hendur oftari at smábátar liggja tí teir hava fiskibann, meðan allur hin flotin fiskar sum um einki var hent.
Eitt annað sjónarmið hoyrdi eg í Útvarpi Føroya. Har segði stjórin á Hag-stovuni, Hermann Oskarsson at hann helt ikki, at tað var nakað forgjørt at vit sendu fisk óviðgjørdan av landinum. Hesin maður veit væl saktans, hvat hann tosar um, men álíkavæl eri eg ikki samdur við honum.
Ein annar skilamaður, Meinhard Jacobsen, stjóri á Føroya Fiskavirking, stuðlaði honum væl og helt, at vit kundu ikki ella nýttust ikki at hava so nógvan kapacitet, at vit kláraðu topparnar. Hesin maður veit eisini væl, hvat hann tosar um.
Í mínari verð skuldi tað verði málið at arbeitt allan fisk, sum kemur upp á land, men sjálvsagt kunnu undantøk verða. Í veruleikanum hava vit tað flottasta virki í landinum, sum stendur stilt nevniliga virki í Vági og sum skilst kemur hetta virkið at liggja stilt í 7 mánaðir. Hvat skuldi verið meiri natúrligt enn tað, at fiskurin bleiv arbeiddur á hesum virki hesa tíðina, so kundu arbeiðsfólkini arbeitt á virkinum sum onki var hent, heldur enn at verða uppsøgd.
Til síðst, nei lati okkum arbeiða so nógv her á landi av tí ríkidømi, sum verður ført til lands.
Og hitt er: latið okkum politikarar taka okkum saman og lata bátar undir 10 tons fiska frítt.