Tvey skip á veg vestaneftir

Tvey av skipunum, sum hava roynt á Flemish Cap, eru nú á veg til Føroya at landa.

Vesturleiki hevur 260 tons, og Kambur hevur givið 294 tons í rundum upp. 

 

Fiskiveiðieftirlitið sigur, at nú eru 577 tons eftir av kvotuni, sum er 3.246 tons. Skipini fiska millum 70 og 80 tons um dagin, so tað skuldi ikki verið stórt meiri enn ein vika eftir, sigur Fiskiveiðieftirlitið. 

 

Skipini, sum eru eftir á Flemish Cap, eru Brestir, Sjagaklettur, Phoenix, Ran, Klakkur og Váðasteinur.