Tvey stig í Oslo

Tríggjar føroyskar gentur luttaka í hesum døgum í NM í talvi, sum verður telvað í Oslo. Talan er um Herborg Hansen, sum luttekur í U20, Ásu Olsen, sum luttekur í U16, og Sátu Traber Olsen, sum luttekur í U13 kappinginni.

Tað fyrsta av fimm umførum varð telvað í gjár, og føroysku genturnar fingu tvey stig burturúr. Herborg Hansen úr Klaksvík vann við hvíta fólkinum á Line Holen úr Noregi, sum hevur styrkistalið 1878. Styrkistalið hjá Herborg er 1548. Í morgun telvar Herborg við svørta fólkinum ímóti Katrine Tjølsen úr Noregi. Styrkistalið hjá henni er 2066

Sára Traber Olsen úr Havn fekk eisini fult í fyrsta umfari. Hon vann við hvíta fólkinum á Louise Segerfeldt úr Svøríki. Í morgun telvar Sára ímóti Jessicu Bengtsson úr Svøríki. Styrkistalið hjá Sáru er 1172. Styrkistalið hjá Jessicu Bengtsson er 1700. Tað er nógv hægra styrkistalið í U13 bólkinum, og harvið er hon favorittur at vinna bólkin.

Uppgávan hjá Ásu Olsen úr Vestmanna var ógvuliga stór í fyrsta umfari. Í U16 bólkinum hitti hon við svarta fólkinum Eriku Uusitupa úr Finnlandi, sum vann. Í dag er mótstøðugentan hjá Ásu Hallgerður H. Thorsteinsdóttir úr Íslandi, sum hevur so høgt styrkistal sum 1867.

Fimm umfør verða telvað íalt. Tvey umfør eru á skránni í dag, og kappingin endar í morgin.