Tvey stig til KÍF

Ein dystur í meistaradeildini hjá kvinnum í flogbólti var leiktur í Hoyvíkshøllini mikukvøldið.

Dysturin var millum tvey tey niðastu liðini á stigatalvuni, KÍF og SÍ, og tað var heimaliðið KÍF, sum streyk avstað við sigrinum.

SÍ beit væl frá sær
Í fyrsta settinum sá tað út til, at liðið úr Kollafirði fór at gera skjótt av, tí tær sópaðu snøgt sagt sørvágskvinnur av vøllinum, og KÍF vann settið 25-10.
Men tað eydnaðist SÍ at rista hvøkkin frá fyrsta settinum av sær, og dysturin gjørdi sera javnur og spennandi.
Liðini skiftust um at hava leiðsluna, men tá ið avtornaði var tað KÍF, sum hevði munin, men neyðugt var at spæla upp til 26, áðrenn liðið úr Kollafirði hevði tryggjað sær settið 26-24.
Í triðja settinum var spenningurin ikki minni, og leingi sá tað út til, at SÍ fór at tryggja sær settið, men einaferð dróg KÍF longra stráið og vann settið 27-25.
Við 3-0 sigrinum hevur KÍF nú seks stig, meðan SÍ er aftast við tveimum stigum. Hevði SÍ vunnið dystin mikukvøldið, vóru tær komnar ájavnt við KÍF í stigum, men kollfjarðakvinnur hava betri settmun.

KÍF-SÍ 3-0 (25-10, 26-24, 27-25)