Kári á Rógvi
At standa á summarfestivali og lurta eftir Tveimum - fyrr Teimum - av Kamarinum er sum at fara at á konsert saman við ótilvitskuni hjá sær. Tá Nikolina syngur: "Tann vinurin kæri, hann elskar meg ei..." er tað sum at eg kenni roykin og cecil í næsunum og liggi á bonkinum á Frúutrøð, har omma skiftir ímillum gudstænastu frá norðmanninum, kvøðuljómar og ynskikonsert.
Onkursvegna dugi næstan hvørt einasta orð, ið Nikolina syngur. Ja, satt at siga, er rættast at siga, at meðan Eyðbjørn og Marner og teir spæla undir, so skipar Nikolina, og vit taka undir. Hundraðtals fólk taka undir armin á hvørjum øðrum og tjaldið er um at fara omanav, tá vit tríva í "eeeeinaferð hon bert man blóma, fóóóóólnar hon, eg fólni við."
Føroyska málið livdi í fleiri øldir uttan skriftmál, tí mentan og máliskur vóru varðveittar í kvæðum, sum enn í dag ganga væl - og sum vóru at hoyra sum tungmálmur í Vágsbøi í summar. Sum so mong smá tungumál, var eisini føroyskt farið aftur í ommu sína, um ikki bólkar sum Tey av Kamarinum fóru at syngja popp-løg. Nú hava vit so nógvan tónleik á føroyskum, at Frændur og Terji verða sagdir at vera klassikarar, og tá teir spæla, eru tað "tey eldru," sum skemta sær á festivalinum. Vónandi sigur hetta heldur, hvussu nógv er til av føroyskum tónleiki, enn at vit gingu hundraðtals ellismerktir ferstivalsgestir og slota eftir sorgblíðum tónum.
Nikolina og tey hava spælt í hálva øld; langt áðrenn fleiri av áhoyrarunum vóru so frægt sum gessugt eygnabrá hjá feðrunum, "hittaðu" tey og gjørdu tað viðurkent og spennandi at skriva og spæla føroyskan tónleik. Og eya meg, um ikki Nikolina ferð eftir ferð boðar frá, at nú kemur onkur nýggjur sangur. Tá ilskast ótilvitskan hjá mær - vil heldur út á bátadekkið seint á náttartíð enn hoyra okkurt nýtt. Men hví frøðast vit so nógv um kendar sangir, vísur og kvæði? Eisini við laghallum listarligum virði á tekstinum? Jú, tá vit øll syngja "nei, aldri eg elska vil fleir" saman við Nikolinu (ella hvat tað skal vera av kendu tekstum saman við Dynamitt, Jørgen Dahl ella máltungum kvøðarum) so koma fram kenslur, minni, samleiki. Kenslur krevja kendar tónar, minni vekjast og samleikin skapast. Okkurt í okkum hevur tikið til sín Nikolinu og Tey og latið tey sett orð og lag til samleika okkara.
Sum vit standa og vagga har, eru eisini fleiri pør, sum taka sær ein swing-om. Tey Tvey av Kamarinum eru frá teirri tíðini, tá tónleikur ikki skuldi imponera nørdugtar ummælarar við nýskapan og innviklaðum tónakynstrið. Tá tónleikur heldur skuldi brúkast at dansa eftir, at fáa fólk í gott lag. Tað munnu vera milliónir av dansum, sum eru dansaðir til country-kendar tónar av Kamarinum, samvera, sum summi tíverri ongantíð fáa lut í, tí tey vaksa upp við techno og ymsum sofistikeraðum. Plagi at stuttleika mær við at biða fólk syngja onkran sang hjá hesum ymsu buldrandi døgnflugunum. Tað er sjálvdan tey megna tað. Tí tí flestu av teimum "stóru nøvnunum" framføra ikki sang við teksti ella sang, ið kann syngjast í felag, ella løg at dansa til uttan smílkandi tablettir.
Sjálvur ivist eg ikki. Tey Tvey vóru mítt hæddarpunkt, bæði í Klaksvík og í Gøtu í fjør - tá tey vóru enn betri, tí tey tá tíbetur gloymdu at endurnýggja seg og tóku øll country- og dansiløgini ígjøgnum á spæliplássinum og fóru so laaaangt út um tíðina. At Nikolina og Tey kundu havt lagt verðina undir seg, var eitt og annað øðrvísi lagað, merktist týðiliga, tá Nikolina í fjør bjóðaði Eiðvør á pallin og tær saman sungu saman. Vit kunnu takka Teimum fyri at hava verið við til at lagað tann pallin sum seinnu bólkarnir spæla á. Sum "salurin kókar" hetta kvøld í Klaksvík, ynski eg mær, at onkur hevði givið út einar fimm-seks fløgur við Nikolinu og Teimum av Kamarinum til okkara sum vuksu upp við kvøðuljómum, dansi og felagssangi.