Tvey topplið

Havnarmenn og vestmenningar hava skarað framúr tvey tey fyrstu umførini í FM-liðkappingini. Komandi leygardag hittast bæði oddaliðini

Talv

Í løtuni tykist tað ikki sum nakað felag kann fylgja havnarmonnum og vestmenningum, sum aftur hetta vikuskiftið vunnu góðar sigrar. Og Heini Olsen var við klaksvíkingum í botndystinum ímóti kollfirðingum.

Spennandi dystur í Vestmanna
KTF 2, við veteranunum Rana Nolsøe og Steintóri Rasmussen á ovastu borðunum, fingu ikki stórvegis burtur úr vitjanini í Vestmanna sunnudagin. Úrslitið varð 3-1 til heimaliðið, sum nú hevur lagt seg á odda saman við verandi føroyameistarunum úr Havn.
Sjúrður Thorsteinsson fekk skjótt vinnandi fyrimun ímóti Rógva Dragaberg. Hóast ungi klaksvíkingurin stríddist væl, varð ongantíð ivi um úrslitið.
Løtu seinni tóku Carl Eli og Steintór javnt í einum ólíkalittum endatalvi. Í kroystari støðu í miðspælinum fann Steintór eina góða ætlan, sum fyrst gav honum aktivt spæl og seinni kanska enntá fyrimun. Men javnleikur var helst á gongdari leið.
John Rødgaard vann aftur hetta vikuskiftið, hesaferð á Rana Nolsøe. Rødgaard fekk við svarta fólkinum lítlan fyrimun í miðspælinum og tá Rani í tíðneyðini misti finnur, var Rødgaard eirindaleysur.

Frúgvaoffur og patt
Tað mest merkisverda talvið í toppdystinumí Vestmanna var á 3. borði millum Samson Højgaard og Rana Baldursson. Samson gav finnu fyri gott spæl, men Rani helt tørn og vann sær vinnandi fyrimun. Í vónleysari støðu royndi Samson eina síðstu fellu og hesa leyp Rani beint í. Frúgvaoffur og tvungið patt.
Spell fyri Rana, væl strídst av Samson, og saman skapti teir eitt áhugavert talv, sum endaði við einari snøggari og óvæntaðari finnessu.
Hóast talan varð um greiðan sigur til heimaliðið, var tað allatíð spenningur um úrslitið. Telvararnir á liðnum hjá vestmenningum tykjast at vera í góðum formi og ætla sær eftir gullinum, væl vitandi um, at serliga havnarmenn eisini lukta gull. Hvør rennur skjótast í ár?

Vunnu aftur uttan Martin Poulsen
Í havn vunnu havnarmenn 2,5 - 1,5 á hvalvíkingum. Leingi sá út til at úrslitið fór at verða 2-2, men Olaf Berg fekk alt stigið í drúgvum talvi á 1. borði ímóti Haldur Suna Johansen.
Martin Brekká hevur fingið góða kappingarbyrjan á 3. borði hjá hvalvíkingum. Eftir góðan sigur á Samson í seinastu viku, vann hann sunnudagin á Boga Ziska. Og Bogi er ikki hvør sum helst.
Formsterkasti telvari í Føroyum í løtuni, Helgi Dam Ziska, vann á Finnbjørn Zachariassen og hevur nú vunnið bæði síni talv á 2. borði. Finnbjørn eigur hinvegin fyrsta stigið til góðar. Faðir Helga, Andrias Ziska, leikti javnt ímóti Sámal Christiansen á 4. borði.
Ilt er at siga um havnarmenn eru nøgdir við úrslitið. Sjálvsagt er ein sigur altíð nøktandi, men helst ætlaðu teir sær ein stórsigur. Sum skilst verður Martin Poulsen aftur á liðnum til komandi dyst, toppuppgerðina í Vestmanna.

Tepur klaksvíkssigur
Sigursvanda klaksvíksliðið hevur fingið eina minni góða byrjan uppá kappingarárið. Fyrst taptu teir fyri egnum b-liði og við Heina Olsen á liðnum sunnudagin megnaðu teir einans at vinna tepran sigur á kollfirðingum.
Úr Klaksvík frættist at Heini hevði møguleikar at vinna á Hans Kristiani Simonsen, men úrslitið gjørdist javnleikur. Ólavur Simonsen kom illa frá byrjanarspælinum og hesum gjørdi Torbjørn Thomsen sær sanniliga dælt av og vann trygt.
Klaksvíkingar vunnu aftaru borðini; Finnbjørn Vang á Bernhardi Thomsen og Tummas Martin Sólsker (fyrr Anthoniussen) á Hans Peturi Joensen.
Eitt heldur skuffandi úrslit hjá klaksvíkingum, sum kortini kunnu fegnast um at hava vaskað ringastu plettarnar av sær eftir lítlu eyðmjúkingini seinasta vikuskiftið.