Flogbóltur
Seks meistaraheiti í kvinnuflogbólti eru partur av arkivinum hjá Fleyr í Havn, men tað verður so í øllum førum ikki komandi ár, at hetta talið verður økt.
Fleyr hevur ikki staðið seg nakað serliga væl hesi seinnu árini, og í vetur hava úrslitini verið út av lagi vánalig.
Hetta hevur givið úrslit í einum botnsessi í deildini, og tí noyddust tær út í ein avgernadi dyst um møguleikan at spæla í fremstu røð komandi kappingarár.
Her var mótstøðuliðið SÍ, sum ongan tíð áður hevur verið í bestu deildini, men tað sleppa tær so at royna í heyst.
SÍ vann nevnliga dystin 3-1. Settúrslitini vóru 25-23, 23-25, 25-23, 25-21), og við hesum hevur Vágoyggin altso tvey lið í bestu kvinnudeildin í flogbólti komandi kappingarár. Havnin hevur hinvegin einki, um KÍF ikki verður roknað uppí.