Seint seinnapartin í gjár hendi eitt ferðsluóhapp á Velbastaðhálsi, har tveir bilar stoyttu saman.
- Her var eitt sindur av ruðuleika, tá vit komu á staðið, men tíbetur spældi hetta eftir øllum at døma rímiliga væl av.
Tað sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í morgun.
- Trý fólk vóru í hesum báðum bilunum, og tey vórðu øll flutt á Landssjúkrahúsið til kanningar.
Lagt verður aftrat, at hin eini persónurin slapp heimaftur, meðan tvey av fólkunum vóru verandi eftir til neyvari eftirlit.
- Soleiðis, sum eg havi skilt, er ikki talan um álvarslig og varandi likamlig mein, tíbetur, sigur vaktleiðarin í morgun.
Báðir bilarnir, sum vóru við í ferðsluóhappinum á Velbastaðhálsi, fingu stórar materiellar skaðar.
##med2##
Velbastaðhálsur var stongdur í umleið ein tíma, og tað var Tórshavnar Sløkkilið, sum tók sær av at fáa bilarnar burtur.
- Tað var hált, tá ferðsluóhappið hendi, og stutt eftir kom Landsverk at salta vegin, sigur vaktleiðarin.