Ferðafólk í Føroyum, sum síggja eina grind, uttan at rópa grindaboð, eru í vanda fyri at verða sett í fongsul í upp til tvey ár, og at fáa 25.000 krónur í bót.
Hetta er boðskapurin frá illa lýdda umhvørvisfelagsskapinum, Sea Shepherd, til ferðafólk í Føroyum.
Og tey siga, at hetta er boð, tey hava fingið beinleiðis frá løgregluni í Føroyum.
Sea Shepherd sigur beinleiðis, at løgreglan hóttir útlendsk ferðafólk í Føroyum við fongsulsrevsing og bót, síggja tey eina grind, uttan at boða myndugleikunum frá.
Sea Shepherd sigur, at eftir nýggju grindalógini, hava øll útlendsk ferðafólk, sum koma til Føroya, skyldu til at boða frá grind ella springarum, sum tey síggja.
Í almennari fráboðan sigur Sea Shepherd, at bæði skotski sjónleikarin, Ross McCall, sum stuðlar felagsskapinum, og er við teimum í Føroyum, og Rosie Kunneke, sum stendur á odda fyri tí partinum av Sea Shepherd mótmælinum, sum er á landið í ár, vátta, at hetta er tað, tey hava fingið at vita á fleiri fundum við føroyskar myndugleikar, eisini við ovastu leiðsluna hjá løgregluni og ákæruvaldinum í Føroyum.
Skotski sjónleikarin dugir ikki at ímynda sær, hvat tey, sum eru ímóti grindadrápi, ella ikki kenna til grindadráp, halda um eina lóg, sum hesa, har tey verða noydd at boða frá grind við tí endamáli, at grindin verður dripin, annars kunnu tey verða sett í fongsul, ella fáa bót.
Rosie Kunneke smyr eisini tjúkt upp á, tá ið hon tvíheldur um, at nýggja lógin rætt og slætt tvingar útlendsk ferðafólk í Føroyum, sum síggja eina grind, til at vera við í grindadrápi.
Eisini ferðafólk, sum koma higar við tí endamáli at hyggja at hvalið, kunnu verða drigin upp í grindadráp ímóti sínum vilja.
Tað hevur ikki eydnast at fáa eina viðmerking frá ákæruvaldinum, sum eru tey hjá løgregluvaldinum, sum svara spurningum um grindalógina.
Á info um eina løtu: Eisini Sea Shepherd noyðist at rópa grindaboð