Tvørligt hjá pensjónistum at flyta ímillum Føroyar og Danmark

Tað kann verða rættiliga tvørligt hjá fólki, sum fáa pensjón, at flyta ímillum Føroyar og Danmark

Fólk, sum fáa pensjón av ymsum slagi, kunnu ikki uttan víðari flyta ímillum Føroyar, Danmark og  Grønland.

 

Tað staðfestir Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum, eftir at Kári P. Højgaard, tingmaður fyri Sjálvstýrisflokkin, hevur spurt hana um hesi viðurskifti.

 

Tá ið fyritíðarpensjónistar og aðrir pensjónistar, flyta ímillum Norðurlond, fylgir pensjónin við.

 

Tað sama geg galdandi, at ið flutt verður úr einum norðurlandi til eitt ES-land ella eitt EBS-land.

 

Men hetta er ikki galdandi fyri pensjónistar, sum flyta ímillum londini í ríkisfelagsskapinum, altso ímillum Føroyar, Danmark og Grønland.

 

Tá ið pensjónistar flyta ímillum londini í ríkisfelagsskapinum, verða teir umfataðir av lógini í landinum, teir flyta til.

 

Fyrr var hetta ikki nakar stórvegis trupulleiki, tí  pensjónsskipanirnar í Danmark og Føroyum hava verið rættiliga líkar, og tí bar eisini til at flyta millum londini uttan stórvegis avleiðingar fyri pensjónistin.

 

Men í  2003 var danska fyritíðarpensjónsskipanin grundleggjandi broytt, soleiðis at farið var frá trimum pensjónsstigunum, sum vit kenna her í Føroyum, til eitt pensjónsstig.

 

- Tað merkir, at ein pensjónistur, sum eftir 2003 hevur fingið danska fyritíðarpensjón, ikki kann flytast beinleiðis til eina føroyska fyritíðarpensjón.

 

- Tað er sami trupulleikin, tá flutt verður úr Føroyum til Danmark.

 

Av tí at skipanin í Danmark er so nógv broytt, er tað nú munandi truplari hjá fyritíðarpensjónistum at flyta úr Danmark til Føroyar ella úr Føroyum til Danmarkar.

 

Í Danmark er bert eitt pensjónsstig, men í Føroyum eru trý. Fyri at finna rætta pensjónsstigið er tískil neyðugt við eini ávísari málsviðgerð, sigur Annika Olsen.

 

Eisini eru krøvini fyri at fáa pensjón munandi herd í Danmark. Eitt nú er tað bara í heilt serstøkum førum, fólk undir 40 ár fáa fyritíðarpensjón.

 

- Spurningurin er um ein donsk almannafyrisiting viðurkennir, at ein 35 ára gamal føroyskur fyritíðarpensjónistur, sum flytur úr Føroyum til Danmark, hevur rætt til danska fyritíðarpensjón, staðfestir landsstýriskvinnan í almannamálum.

 

Trupulleikin við at flyta seg millum Danmark og Føroyar ger seg eisini galdandi fyri fólkapensjón.

 

Ein danskur fólkapensjónistur, sum er 66 ár, sum flytur til Føroyar, verður fevndur av føroyskari lóggávu, men í Føroyum er pensjónsaldurin 67 ár tí verður hann ikki viðurkendur sum fólkapensjónistur í Føroyum, fyrrenn hann er 67 ár.

 

Annika Olsen sigur, at hon er sinnað at taka spurningin upp við danska ráðharran í almannamálum og kanna møguleikan fyri eini avtalu um rættindini hjá fyritíðarpensjónistum, sum flyta millum Føroyar og Danmark.