Tvøroyrar kommuna vitjan úr Grønlandi í gjár

Á fundi í býðráðssalimum bleiv avtalað tilgongd til eina framtíðar vinarbýar samstarvsavtalu.

Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri og Stine Egede, borgarstjóri í Kommune Kujalleq

Tvøroyrar kommuna hevði vitjan úr Grønlandi í gjár av Stine Egede, borgmeistara  úr Kommune Kujalleq, umframt Tine Pars kommunaldirektør og Sten Lund, erhvervssekretrær, skrivar Tvøroyrar kommuna á tvk.fo.

 

Kommune Kujalleq er tann minsta av teimum 5 grønlendsku kommununum. Kommunan er samanløgd av fyrverandi Narsaq, Nanortalik og Qaqortoq kommunu, sum samanlagt er samansett av 11 bygdum á íalt 6.624 íbúgvum, spjaddar á einum kommunalum øki á 32.000 km².

 

Talan var um stuttan 1 dags túr, so tað var avmarkað við tíð. Tvøroyrar kommuna og Kommune Kujalleq hava fleiri felags áhugamál, sum vóru umrødd á vitjanini. Vitjað varð ma. á Føroya Eftirskúla, har møguleiki var at hitta næmingar úr Grønlandi, vitjað varð á Seglloftinum, har Kári Jespersen greiddi frá søguligu sambandinum millum Tvøroyri og Grønland, vitjað varð á Varðanum Pelagic, í Mýrifípuni, í ítróttar- og skúladeplinum í Trongisvági, í Glugganum og í SALT á Drelnesi.


Á fundi í býðráðssalimum bleiv avtalað tilgongd til eina framtíðar vinarbýar samstarvsavtalu millum Kommune Kujalleq og Tvøroyrar Kommunu.

 

Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri og Stine Egede, borgarstjóri í Kommune Kujalleq