Twitter: Trump sleppur ikki aftur á Twitter

Sambært amerikanska forsetanum er tað ein samansvørjing millum demokratar og Twitter, sum er orsøkin til, at hann er koyrdur av Twitter.

 

Twitter steingir permanent profilin hjá Donaldi Trump á sosiala miðlinum eftir ófriðin við Kongerssina í Washington D. C. mikudagin.

Tað upplýsir Twitter.

Eisini brúkarin @TeamTrump, sum kampanjuliðið hjá Trump rekur, er stongdur.

Í boðum í nátt okkara tíð skrivar sosiali miðilin, at útihýsingin verður gjørd av ótta fyri, at uppsløg frá Donald Trump fara at elva til meira harðskap.

– Eftir gjølla at hava gjøgnumgingið nýggj tweet (uppsløg á Twitter, red.) frá @realDonaldTrump-profilinum og innihaldi teirra, hava vit útihýst brúkaran permanent av ótta fyri enn meira eggjan til harðskap, sigur Twitter.

Twitter stongdi mikudagin profilin hjá Donald Trump í 12 tímar. Tá var tað eisini av ótta fyri, at hann fór at eggja til harðskap, sum var orsøkin.

Tað sama gjørdu Facebook og Instagram. Her var blokeringin hósdagin longd í óásetta tíð – og fyribils í tvær vikur.

Óttin stendst av ófriðinum, har hundraðtals mótmælisfólk, sum haldast vera trúgvir Trump-stuðlar, trokaðu seg inn í kongressbygningin, og har fimm fólk doyðu.

Síðani valstríðið byrjaði í 2015 hevur Donald Trump brúkt Twitter sum talirør.

Eftir at vera útihýstur frá Twitter hevur Trump roynt at svara aftur, skrivar tíðindastovan Reuters.

Í fleiri uppsløgum undir brúkaranum @Pous, sum hoyrir til tann til eina og hvørja tíð sitandi forseta, ákærir Donald Trump Demokratarnar og vinstraveingin í USA fyri at standa aftan fyri stongsulin.

– Tey hava roynt at lata munn mín aftur, sigur forsetin sambært tíðindastovuni AFP.

Eisini skrivaði Trump, at hann umhugsaði at byggja upp sín egna platform.

Stutt eftir eru uppsløgini sletta aftur av Twitter.

Sonur Trump, Donald Trump Junior, kallar á Twitter avgerðina »fullkomiliga øra«.

– Vit liva í 1984 hjá Orwell (við tilsiping til skaldsøguna hjá George Orwell, red.). Talufrælsi er ikki longur til í Amerika. Tað doyði við tech-risunum, og tað, sum er eftir, er bara fyri tey fáu útvaldu.

– Tað er fullkomiliga ørt, skrivar sonurin.

Tað er tó ikki bara Donald Trump, sum er útihýstur av Twitter seinastu dagarnar.

Tað sama er hent fyri fyrrverandi tjóðskaparliga trygdarráðgeva hansara Michael Flynn og advokatin Sidney Powell, sum báðir eru kendir Trump-stuðlar.

Teir báðir verða av Twitter settir saman við umstríddu samansvørjingarrørsluna QAnon, sum varð umboðað í ófriðinum mikudagin, skrivar Bloomberg News.

Aðrir Trump-stuðlar eru eisini strikaðir, verður sagt.

Nógv halda, at tað var forsetin, sum stóð aftan fyri ófriðin.

Donald Trump hevði stutt frammanundan í eini røðu endurtikið pástandirnar um, at forsetavalið varð stolið frá honum.

Undir ófriðinum legði Donald Trump eina video á sosialar miðlar, har hann sigur, at hann »elskar« og »skilir« fólkini, sum standa aftan fyri ófriðin.

/ritzau/