Týðandi spælari farin úr TB

Betri deildin menn: Chris Jastrzembski er givin í TB

Chris Jastrzembski er givin í TB. Tað skrivar bolt.fo. Pólski miðverjin kom til felagið til hetta kappingarárið, men er nú givin.

 

Miðverjin hevur eina fortíð á Toftum við B68, har hann spældi í 2021. Í ár kom hann til TB og hevur spælt níggju dystir. Hann var ikki við í Klaksvík um vikuskiftið og sambært keldum hjá bolt.fo, so fer hann helst av landinum aftur.

 

TB fekk eisini ein áleypara fyrr í ár, sum fór avstað longu stutt seinni. Formaðurin hjá TB, André Dalfoss hevur boðað frá, at felagið leitar eftir einum áleypara. Spurningurin er nú um TB leitar eftir fleiri spælarum.

 

Gilli Rólantsson hevur verið settur í samband við bæði Silkeborg IF og Vejle BK.