Týðandi spælarin hevur longt sáttmálan í B36

Betri deildin menn: Michal D. Przybylski hevur longt sáttmálan við B36

Tað hevur ikki verið nógv at hoyrt til B36 síðani kappingarenda, men nú byrjar at koma gilð á undirskriftirnar. Í dag hevur B36 kunngjørt at ein av profilunum hevur longt sáttmálan. Talan er um Michal D. Przybylski.

 

- 24 ára gamli framrættaði póllendingurin og B36 hava í kvøld gjørt nýggjan sáttmála fyri 2023. Michal spældi 35 dystir fyri B36 í ár og gjørdi 12 mál, og fegnast partarnir um at hava endurnýggja sáttmálan, skrivar B36.

 

Fyri kortum kom Silas Eyðsteinsson úr 07 Vestur. Undan honum hava Eli Falkvard Nielsen og Andrass Johansen longt sáttmálan við B36.