Týr og Symfoniorkestrið koma út á fløgu

Í februar hevur rockbólkurin Týr 20 ára hátíðarhald og útgávukonsert

Rockbólkurin Týr hevur útgávukonsert og 20 ára hátíðarhald í februar mánaði.

 

Týr gevur út upptøkurnar av framførsluni, sum bólkurin hevði saman við Føroya Symfoniorkestri í Norðurlandahúsinum í fjør. Konsertin kemur út sum sett við tveimum fløgum og einari dvd. Eisini kemur konsertin sum dupult lp-pláta við nýggjari kápumynd av Gyula Havancsák, ið hevur gjørt flestu kápumyndirnar hjá Týr.

 

Leygarkvøldið 26. februar verður útgávukonsert og hátíðarkonsert í Løkshøll í Runavík. Tá verður nýggja útgávan markerað og feirað verður, at 20 ár eru liðin, síðani Týr gav fyrstu fløguna út, How Far To Asgaard í 2002. Gestatónleikarar á konsertini verða Pól Arni Holm, Terji Skibenæs og Streymoy, ið allar hava spælt við Týr áður.

 

Atgongumerki til konsertina kunnu keypast á heimasíðuni atgongumerki.fo