Tyrla við seks fólkum er saknað í Nepal

Ein tyrla er send avstað at leita, eins og løgregla og herfólk leita í fjallaumhvørvinum.

Ein tyrla við seks fólkum, harav fimm eru ferðafólk, er saknað í Nepal. Ferðafólkini eru úr Meksiko, og flogskiparin er úr Nepal.

 

Teknath Sitoula, sum starvast við flogvøllin í Katmandu, sigur, at tyrlan var á veg heimaftur til Katmandu úr Surke í Mount Everest-regiónini, tá tey mistu sambandið við hana.

 

Hann leggur aftat, at ein onnur tyrla er send avstað at leita, eins og løgregla og herfólk leita í fjallaumhvørvinum.

 

Sambært tíðindastovuni NTB var flogleiðin hjá tyrluni við ferðafólkunum løgd um, sum er vanligt í hesum umhvørvi í ringum líkindum og monsunregni.