Klokkan 13.27 í gjár fekk MRCC-støðin eina fráboðan frá skiparanum umborð á Havbúgvanum, at ein maður vísti tekin upp á sjúku, og neyðugt var at fáa mannin undir læknahond.
- Mannagongdin er, at skiparin tosar við lækna á landi, og teir taka so í samráð avgerð um, hvørs tað er neyðugt at flyta sjúklingin á land, sigur vakthavandi á MRCC-støðini.
Havbúgvin var stødd sunnan fyri Føroyabanka, góðar 110 fjórðingar frá flogvøllinum, tá boð vórðu send eftir tyrluni.
Sostatt varð talan um ein langan túr hjá tyrluni, og var hon ikki á Landssjúkrahúsinum fyrr enn 16.03, umleið hálvtriðja tíma aftaná, at MRCC-støðin fekk boðini.
- Talan var um ein drúgvan túr, men alt gekk gott. Tá tyrlan kom á staðið, var tað 12-15 m/s og gott sýni, so tað gekk væl at fáa mannin umborð á tyrluna.

Mynd: Atlantic.fo
Tyrlan eftir manni umborð á Havbúgvanum

Mynd: Atlantic.fo

Mynd: Atlantic.fo

Mynd: Atlantic.fo

Mynd: Atlantic.fo

Mynd: Atlantic.fo

Mynd: Atlantic.fo