Ein bretsk hernaðartyrla, sum setti seg á flogvøllin í libyska býnum Benghazi gjáramorgunin, hevði eini heldur sjáldsom ørindi. Í tyrluni vóru 180 milliónir libyskir dinarar í nýprentaðum seðlum. Hetta vóru pengar, sum libyski tjóðbankin hevði bílagt frá einari pengaseðlapressu í Bretlandi, men sum bretsku myndugleikarnir løgdu hald á í februar, tá ófriðurin í Libya kyknaði.
Stjórin í libyska tjóðbankanum, Qassem Azzoz, var á flogvøllinum í Benghazi og tók ímóti pengunum.
-Pengarnir koma væl við, tí nógv starvsfólk á sjúkrahúsunum og aðrastaðni hjá tí almenna hava ikki fingið løn teir báðar seinastu mánaðirnar, segði bankastjórin.