Boð vórðu í dag send eftir bjargingartyrluni at hjálpa ferðafólki, ið hevði fingið skaða, tá hon var úti á Mykinesi. Tað upplýsir vakthavandi á MRCC-støðini.
Tað var um fýra tíðina í dag, at MRCC-støðin fekk boð um, at ein útlendsk kvinna var komin illa fyri í Mykinesi og hevði brotið fótin.
Í slíkum støðum er vanligt at boð verða send eftir tyrluni, so at tann løstaði skjótast gjørligt kemur undir læknahond. Tað varð eisini gjørt í hesum føri og umleið 40 minuttir eftir, at MRCC-støðin fekk boðini úr Mykinesi, lendi tyrlan á tyrlupallinum uttanfyri Landssjúkrahúsið við kvinnuni.