Aftur í dag vóru boð eftir SAR tænastuni hjá Atlantic Airways. Hesaferð var talan um ein sjúkraflutning av Sandoynni til Landsjúkrahúsið við einum
sjúklingi.
Teistin siglir ikki fyribls vegna veður. Tískil var heitt á loftvegis SAR tænastuna
um at veita hjálp í hesum sambandi. Hóast ringa veðri í morgun, so metti roynda og
staðkenda tyrlumanningin at hesin sjúkraflutningur kundi gerast trygt og skjótt.
Tyrlumanningin valdi at fara til Sands eftir sjúklinginum, og ikki til tyrlupallin í Skopun sum vanligt er. Hetta kemst av at líkindini at lenda og fara á flog vera mett
betri á Sandi í hesi ættini.
Sum vanligt varð sera skjótt borið at. Tyrlan fór av flogvøllinum kl 10:32 og lendi á Sandi kl 10:43. Hon var á flog aftur kl 10:47 og setti seg á Landsjúkrahúsið kl 10:58. Síðani var kósin sett aftur á flogvøllin har tyrlan varð gjørd klára til aðra SAR uppgávur.
Vanliga innanlandsflúgvingin er fyribils útsett fyri veður, men sæmbart
veðurforsøgnunum, so minkar vindurijn seinri í dag. Nærri boð vera at frætta frá
Atlantic Airways kl 14.00.