Komandi týsdag, 2. mai kl. 10, skipar Fuglafrøðifelagið fyri vælumtókta tiltakinum 'Fuglabingo', har øll kunnu vera við uttan at fara útum hurðina.
Um ein hevur hug at royna, er tað sera lætt: Far til eitt vindeyga við góðum útsýni kl. 10 týsmorgunin og skriva niður allar teir fuglarnar, sum tú sært í ein hálvan tíma, og hvussu nógvar tú sást av hvørjum. Um har er onkur fuglur, sum tú ikki kennur, so kanst tú royna at lýsa hann í staðin; litur, skap, stødd o.s.fr.
Far síðani inn á leinkið niðanfyri og skriva teir neyðugu upplýsingarnir um teg. Um tit eru fleiri, so kunnu tit gott gera tað hvør sær. Klikk víðari, og skriva øll fuglasløgini, sum tú ella tit sóu, og hvussu nógvir av hvørjum.
Trýst síðani "Send", og tú ert við í lutakastinum um ein fuglabók, skrivar Fuglafrøðifelagið.
Leinki til skráseting:
https://docs.google.com/forms/d/1HVPV95ex8uKBVi9Ww4jDj7On4m-to67x62hKEYt6qGs/edit
Vegleiðing til vaksin:
Fuglatalvur við myndum av øllum vanligu fuglasløgunum eru at finna á heimasíðu okkara:www.fuglar.fo/fuglabingo
https://fuglar.fo/tiltak/%f0%9f%a6%85-fuglabingo-2023-%f0%9f%a6%89/