Kvinnudagurin varð grundaður á einum altjóða sosialistiskum kvinnufundi í Keypmannahavn 1910. Tað var tyska Clara Zetkin, sum kom við hugskotinum um ein dag, har kvinnurættindi vóru í hásæti.
Fyrstu árini var dagurin hildin ymisar dagar á várið, men aftaná nøkur ár, varð avgjørt at dagur skuldi vera 8. mars á hvørjum ári.
Í nógv ár vóru tað bara sosialistiskir kvinnubólkar, sum hildu dagin. Men í seinna parti av 1960'unum, tá kvinnurørðslan gjørdi um seg, tóku reyðsokkar dagin til sín og nýttu tær hann eitt nú til at krevja fría fosturtøku og barnaansing til øll.
Nú verður dagurin hildin um allan heimin. ST gjørdi í 1977 eina samtykt, sum mælir til, at øll skullu halda kvinnudagin, og hareftir tóku tey flestu undir við degnum. Í 1980 lýsti ST 8. mars til altjóða kvinnudag. Í nógvum londum er 8. mars heiligdagur.
IT.