Týska maskinan koyrir aftur

EM 2020: Portugal skoraði fýra ferðir, men tapti 4-2 móti Týsklandi

Týskland, sum tapti í fyrsta umfarinum í bólkaspælinum, vann í kvøld 4-2 á Portugal. Sermerkt við dystinum er, at Portugal skoraði fýra ferðir, men tíverri fyri teir, so vóru tvey av málunum sjálvmál.

 

Týskland byrjaði við einum øgiligum trýsti, men tað var Portugal, sum skoraði fyrst. Eftir hornaspark fór Portugal skjótálop, sum endaði við at Diogo Jota kundi leggja bóltin fyri føturnar á Cristiano Ronaldo. Hann hevur nú skorað 12 mál í EM-endaspølum.

 

Týskland svaraði tó skjótt aftur – tó við hjálp frá portugisisku verjuni. Tí í tveimum førum var tað ein portugisiskur verjuspælari, sum átti seinasta fótin á bóltinum, tá Týskland skoraði. Fyrst Ruben Diaz og síðani Raphael Guerreiro.

 

Í seinna hálvleiki økti Kai Havertz eftir upplegg frá Robin Gosens, og tá ein tími var spældur skoraði Robin Gosens við framúr stútara, eftir innlegg frá Joshua Kimmich. Hesa løtuna var Týskland nógv betri og tað var vandi fyri einum veruligum skrædli.

 

Portugal fekk tó pyntað um úrslitið við máli frá Diogo Jota, sum sparkaði stútaran frá Cristiano Ronaldo í mál. Við hesum er Týskland væl við í bólki F, har tað eru fleiri boð um at sleppa víðari.

 

Bólkur F:

 

Ungarn – Frakland 1-1

 

Portugal – Týskland 2-4

 

Støðan:

 

1: Frakland 4

 

2: Týskland 3

 

3: Portugal 3

 

4: Ungarn 1