Týskir bilframleiðarar fingið gongd á søluna eftir koronu

BMW hevur í øðrum ársfjórðingi selt fleiri bilar samanborið við í fjør. Sama gongd sæst hjá VW og Daimler.

Týska BMW, sum er ein av heimsins størstu bilaframleiðarum, hevur fingið gongd á søluna av bilum. (Arkivfoto) - Foto: Peter Kneffel/Ritzau Scanpix

Tað gongdur frægari hjá BMW við søluni av bilum annað fjórðingsár í ár í mun til í fjør, sum var hart rakt av koronukreppuni.

 

Tað vísir roknskapurin hjá BMW fyri annað fjórðingsár í ár, sum er almannakunngjødur í dag.

 

Tilsamans hevur tann parturin av forrætningini hjá BMW, sum framleiðir bilar, í øðrum ársfjórðingin latið 702.441 eindir. Tað er ein vøkstur upp á 55 prosent samanborið við sama tíðarskeið í fjør.

 

Samanborið við fyrsta ársfjórðing hevur BMW eisini havt framgongd. Í roknskapinum sæst, at talið av veitingum er hækkað um allan heimin í fyrsta hálvári í ár í mun til fyrsta hálvár í fjør.

 

– Samborið við sama tíðarskeið í fjør, tá stongsul í longri tíð fekk eftirspurningin á bilum niður á næstan null, hevur altjóða bilamarknaðurin broytt seg nógv til tað betra fyrra hálvár í 2021, skrivar BMW í roknskapinum.

 

Tað er ikki bara BMW, sum hevur tað gott eftir upplating aftan á koronukreppuna. Eisini Volkswagen og Daimler hava í sínum roknskapum víst á góðan vøkstur.

 

Hjá Volkswagen, sum er heims størsti bilaframleiðari, hevur annað fjórðingsár í 2021 selt umleið 2,3 milliardir bilar. Tað eru 29 prosent hægri enn sama tíðarskeið í fjør.

 

Daimler, sum eigur Mercedes Benz, hevur í øðrum fjórðingsári í 2021 selt 619.558 bilar. Tað er somuleiðis ein vøkstur upp á 29 prosent í mun til sama ársfjórðing árið fyri.

 

Felags fyri teir tríggjar bilaframleiðararnar – umframt at teir sjálvandi eru í Týsklandi – er eisini, at menningin av el-bilum fyllir alsamt meira.

 

Menningin av fleiri elektriskum bilum samanborið við størri áhugan fyri slíkum bilum sæst eisini á søluni hjá BMW.

 

Í øðrum ársfjórðingi av 2021 hevur BMW latið 83.036 elektriskar bilar. Tað er ein vøkstur upp á 167 prosent í mun til sama tíðarskeið í fjør.

 

Vøksturin merkir, at í samlaðu søluni av bilum hjá BMW í øðrum ársfjórðingin hava elektrisku bilarnir verið 11,8 prosent. Tað er ein tvífalding í mun til árið fyri, tá parturin var 6,4 prosent.

 

/ritzau/

 

Týska BMW, sum er ein av heimsins størstu bilaframleiðarum, hevur fingið gongd á søluna av bilum. (Arkivfoto) - Foto: Peter Kneffel/Ritzau Scanpix