Fyrrverandi landsliðsleikarin Hans Fróði Hansen gevur her síni boð uppá HM endaspælið í Brasil í summar.
Hans Fróði leikti í síni tíð 26 dystir á føroyska landsliðnum, har hann eisini skeyt 1 mál. Tað málið kom í yvirtíðini á Svangaskarði, tá Føroyar leiktu móti Skotlandi. Hans Fróði javnaði til 1-1 í síðsta minutti við einum skallara aftaná eitt hornaspark og so var alt Svangaskarð á gosi.
Hans Fróði heldur at Belgia hevur eitt spennandi landslið til HM, men hann væntar sær mest av Týsklandi og Argentina.
Hvussu kemur HM at ávirka títt summar og hvussu nógv fert tú at fylgja við?
- HM kemur nokk at taka tæt fríløtur sum eg havi, meðan HM er í Brasil.
Hvørjum fert tú at halda við og hví?
- Belgia hevur eitt ungt og spennandi landslið, sum hevur nógvar evnaríkar leikarar. Fyri fyrstu ferð haldi eg við Tysklandi, tí teir spæla ein offensivan fótbólt og hava ein disciplineraðan vinnara hugburð, sum eg haldi er sera inspirerandi. Teir eru ein kreativ fótbóltsmaskina.
Hvat gleðir tú teg mest til í samband við HM?
- Gleði meg at síggja ein Messi og Suarez spæla á teirra landsliðum og vita um teir klára at gera tað, sum vit øll vita at teir duga. Klára teir tað, so verður stuttligt at hyggja eftir teimum.
Hvat er títt fyrsta HM minni?
- HM 1982 - Her minninst er serliga væl málrevin Paolo Rossi, málmannin Dino Zoff og ikki at gloyma hesar Karl-Heinz Rummenigge, Zbigniew Boniek, Michel Platini, Jean Tigana, Sócrates, Zico og so sjálvandi Maradona.
Hvat HM endaspæl stendur sterkast í minninum?
- HM 1998 - Var serliga bertikin av Zidane
Hvør væntar tú vinnur HM?
- Týskland ella Argentina.
Hvør væntar tú stendur eftir sum besti spælarin í HM 2014?
- Vanti at Hazard verður ein leikari, sum kemur at standa sterkur í HM um Belgia kemur langt í kappingini. Annars er Messi, Aguero og Di Maria eisini góð boð um Argentina rakar toppin.
Les eisini: (Eg og mítt HM 1) Lars Olsen