Týskland er størsti marknaður hjá Norrønu

Tað gongur væl hjá Smyril Line og Norrønu. Tað vísir roknskapurin hjá felagnum, sum í fjør hevði eitt avlop upp á góðar 32 milliónir krónur.

 

Tað gongur væl hjá Smyril Line og Norrønu. Tað vísir roknskapurin hjá felagnum, sum í fjør hevði eitt avlop upp á góðar 32 milliónir krónur.

 

Í ársfrágreiðingini vísir leiðslan í Smyril Line á, at felagið lækkaði ferðaseðæprísirnar í 2012, og at hetta viðførdi eina afturgongd í samlaða vinninginum av ferðaseðlaprísum.

 

– Hóast tað, varð lága prísstøðið fasthildið í 2013. Tá hevði marknaðaðurin tillagað seg nýggju prísunum, og talið av ferðafólki øktist fitt. Gongdin heldur væntandi fram í 2014 – somu lágu prísir, og sami vøkstur í talinum av ferðandi. Sostatt metir leiðslan, at talið av ferðandi í 2014 ikki verður minni enn í 2013, væntandi eitt vet hægri, skrivar felagið í ársfrágreiðingini.

 

Eins og árini frammanundin, hevði Smyril Line framgongd á útlendsku marknaðunum í 2013, og gongdin tykist at halda fram í 2014, sigur felagið.

 

– Við væl skipaðaðir marknaðarføring og sølu, sæst søluframgongd í Týsklandi, Danmark, Fraklandi, Hollandi, Íslandi og fleiri av smærru evropisku marknaðunum, sigur felagið.

 

Framgongdin seinni árini á útlendsku marknaðunum hevur ført við sær, at 73% av ferðaseðlasøluni liggur uttan fyri Føroyar.

 

– Fyri fyrstu ferð kunnu vit staðfesta, at Føroyar ikkilongur er okara størstieinstaki marknaður, hetta er nú Týskland, sigur Rúni V. Poulsen, stjóri í Smyril Line, sum leggur afturat, at sølu- og marknaðarføringin á stóru evropisku marknaðunum kemur føroyskari ferðavinnu til góðar.

 

– Vit síggja tað sum okkara skyldu at  verða við til at føroa politiska vilja um Føroyar sun ferðamannaland út í verki, sigur Smyril Line í ársfrágreiðingini.

 

Eginpeningurin hjá Smyril Line er nú góðar 188 milliónir krónur

 

Samært roknskapinum var útvveganarvirði á Norrønu 782 milliónir. Bókaða virði á Norrønu viðar árslok í fjør var 469 milliónir krónur. Felagið eigur harumframt bygningar fyri tvær milliónur og onnur rakstrartól fyri 6,7 milliónir krónur.

 

Stjóri í Smyril Line er Rúni V. Poulsen.

 

Í nevndini eru:

Jens Meinhard Rasmussen, nevndarformaður

Linda Björk Gunnlaugsdottir

Hendrik Egholm

Arne Joensen

 

Trýstið á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðu við Rúna V. Poulsen, stjóra á Smyril Line.