Tað er einki at siga til, at týski U21 landsliðsvenjarin Horst Hrubesch er ógvuliga væl nøgdur, nú dómarin hevur bríkslað fyri síðstu ferð. Hóast hansara lið var aftanfyri bæði 1-0 og 2-1, so eydnaðist tað týska liðnum at vinna 3-2 ímóti Føroyum.
Í staðin fyri stóra heimasigurin, sum tey flestu sjálvsagt roknaðu við, so eydnaðist tað við neyð og deyð Týsklandi at vinna. Og tað er ikki undarligt, um týskararnir so hjartaliga takka dómaranum fyri dystin. Stutt eftir steðgin, tá ið støðan framvegis var 1-1, átti týski liðformaðurin, Mustafi, at verið rikin av vøllinum. Hann nýtti so sólarklárt neyðbremsuna ímóti Gunnari Zachariasen, men dómarin tagdi.
Síðstu løtuna trýsti føroyska liðið fyri at javna, meðan týskararnir vardu.
Hóast tapið so var talan um eitt tað størsta og besta føroyska landsliðsavrikið nakrantíð.
Í samrøðu við Eurosport helt týski venjarin, at liðið hjá honum hevði gjørt óvanliga nógv mistøk, men samstundis rósti Horst Hrubesch føroyska liðnum fyri at spæla væl og at vísa framúr góðan hugburð.
Árni Frederiksberg legði Føroyar á odda, tá ið ellivu minuttir vóru farnir. Týskland javnaði stutt undan steðginum. Málskjútti var Knoche. Eftir langt innkast legði Hørður Askham Føroyar framum aftur í 69. minutti, og tá var týska liðið av álvara skelkað.
Volland javnaði í 74. Minutti, eftir at Bárður Hansen, sum var høgri vongverji, varð skumpaåður um koll, og átta minuttir undan leikloki skoraði Younes sigursmálið, eftir at hann hevði sneitt seg leysan mitt fyri málinum.
Teitur Matras Gestsson var ein brandur í føroyska málinum, og verjuspælið var fantastiska væl skipað.
Føroyska liðið eigur allan heiður og æru uppiborið fyri avrikið á Auelstadion í Kassel í Týsklandi, men tað er sera væl skiljandi, um Heðin Askham, Bill Jacobsen og teirra menn eru ógvuliga vónbrotnir, nú tað ikki eydnaðist at fáa stig við til hús aftur.
Hetta avrikið var eitt tað besta, sum Føroyar nakrantíð hava víst í fótbóltslandsdysti!
---
LIÐUGT!
3-2
Føroyskt horna úr høgru, og Sonni Ragnar Nattestad sendir bóltin omanfyri tvørtræið.
Føroyar pressa, og Týskland verjir!!
3 minuttir lagdir aftrat!
90) Føroyingarnir spenna álopsbogn!
89) Føroyingarnir dríva á fyri at skora útjavnandi málið, meðan týskararnir eru meiri varnir. Orkuni bilar einki hjá føroysku spælarunum.
Heðin Klakstein hevur avloyst skadda Árna Frederiksberg
85) Sjálvandi er tað stórt vónbrot, at Týskland nú er á odda. Men føroysku spælararnir hanga ikki við høvdinum. Ari Ó. Ellingsgaard var tætt við, tá ið hann kom ímillum afturlegging, og Gilli Sørensen hevði rimmar skotroynd, sum varð bjargað til horna.
82) Younes 82.
So gekk tað ikki meir. Younes sneiddi framvið fleiri mitt fyri, áðrenn hann sendi bóltin í málið. Teitur M. Gestsson tóktist órógvaður av, at bólturin tók í ein verjuspælara.
80) Týskarar eru verið framvið nakrar ferðir, men føroyingarnir eru á ongan hátt niðurspældir. Okkara menn hava sjálvsálit og orku at samanspæla frammarlaga á vøllinum, og týskararnir eru ikki heilt ávluligir við støðuna.
Sørmundur Kalsø er komin inn í álopið í staðin fyri Gunnar Zachariasen.
75) 2-2: Kevin Volland 74.
So er aftur javnt. Kevin Volland var púra leysur mitt fyri og tveir metrar úr málinum, tá ið hann skoraði. Beinanvegin eftir málið sendu týskararnar bóltin í stólpan!
Málið varð skorað eftir langa framlegging og stútara úr vinstru og upp á tvørs. Maðurin, sum stútaði bóltin upp á tvørs, skumpaði Bárð Hansen um koll, áðrenn hann stútaði bóltin. Aftur eitt greitt dómaramistak.
70) 1-2: Hørður Askham 69!!
Eftir langt innkast úr vinstru frá Gilla Sørensen, og eftir at Ragnar Sonni Nattestad hevði snittað bóltin víðari, var tað miðverjin Hørður Askham, sum við fluktara sendi bóltin í handara síðunetið!!
Gamla landsliðskempan Horst Hrubesch er venjari hjá týskarum, og hann sær munandi meiri kroystur út enn Heðin Askham Bill Jacobsen.
Teitur M. Gestsson hevur bjargað framúr væl til horna, eftir at Volland royndi seg,
Pál Mohr Joensen er komin inn á vongverjan í vinstru í staðin fyri skadda Rene S. Joensen.
1-1
65) Áskoðararnir royna framvegis at bera týska liðið fram, og Týskland hevur bóltin nógv størsta partin av tíðini. Men higartil í 2. Hálvleiki hevur tað ikki eydnast heimaliðnum at spæla seg til upplagdar málmøguleikar.
Føroyska verjuspælið er framúr! Tað eru møguleikar at samnspæla frameftir, men í trimum førum er avgerandi sending kiksað. Kanska er tað møðin, sum ger um seg!
Rene S. Joensen er farin skaddur av vøllinum, og tað verður gjørt klárt at skifta út.
60) Tað snýr seg um at verja, og tað gongur væl. Týska liðið hevur ikki megnað at spæla seg til upplagdar málmøguleikar fyrsta korterið av 2. hálvleiki.
Miðvallarin Tróndur Jensen hevur sæð gula kortið fyri at vera ov seinur at takla.
55) Spurningurin er nú, hvussu tað fer at vera við orkuni hjá føroysku spælarunum. Higartil hevur einki verið at sæð til møði, og føroysku spælararnir duga væl at fáa tíðina at ganga, tá ð talan er um deyðbóltsstøður.
50) Gongdin hevur verið tann sama fyrstu løtuna av 2. Hálvleiki, sum hon var í fyrra hálvleiki. Fyri lítlari løtu síðani vildu føroyingar hava dómaran at bríksla fyri frísparki og vísa týska liðformanninum av vøllinum, men dómarin tagdi. Tað var Gilli Sørensen, sum við fínari sending hevði spælt Gunnar Zachariasen leysan, men hann var togaður niður av verjuspælaranum. Púra klokkuklár neyðbremsa, men dómarin tagdi!!
Beinanvegin eftir steðgin hava týskarar skift tveir spælarar út.
Føroyska U21 landsliðið spælir í løtuni niðri í Týsklandi, og tað kann ikki sigast annað, enn at føroysku unglingarnir hava staðið seg framúr væl í 1. hálvleiki.
Nú teir eru farnir at rinda møðina eftir framúr avrikið fyrstu trý korterini, er støðan 1-1!
Eftir at Týskland hevði havt bóltin mest sum alla tíðina, var tað Árni Frederiksberg, sum eftir stórar tíggju minuttir legði Føroyar framum.
Føroyska liðið hevur verið fantastiska væl skipað í verjupartinum, og tað var ikkifyrrenn meiri enn ein hálvur tími var farin, at týskararnir megnaðu at spæla seg til upplagdan møguleika í opnum spæli. Teitur M. Gestsson hevur verið framúr í føroyska málinum, men fimm minuttir undan steðginum eydnaðist tað heimaliðnum at javna eftir eitt av mongu hornaspørkunum, sum týskararnir høvdu síðsta korterið undan steðginum.
HÁLVLEIKUR
1-1
40) 1-1: Knoche 40.
So gekk tað ikki meir. Eftir horna úr høgru og trunkaspæl eydnaðist tað Knoche at trýsta bóltin inn um strikuna.
Gunnar Zachariasen hevur havt eitt skot, men annars hevur Týskland síðstu løtuna havt fleiri stórar møguleikar. At teir bara hava skorað eina ferð kemst av, at Teitur M. Gestsson hevur verið framúr í føroyska málinum.
35) Tað er ikki frítt fyri, at heimamenninir kennast strongdir. Hóast teir hava bóltin eini 90 prosent av tíðini, so megna týskararnir ikki at spæla seg til málmøguleikar í opnum spæli.
30) Nú er styttri millum týsku hornaspørkini. Síðstu lítlu løtuna hava týskarar havt trý horna úr vinstru, men hóast talan hevur verið um spentar støður, so er einki mál skorað. Við Teiti M. Gestsson og Sonna Ragnari Nattestad á odda er føroyska verjuspælið framvegis fyrimyndarligt.
25) Týskland hevur havt fyrsta hornasparkið, men tað spurdist einki burturúr. Týskararnir leggja sær nær at spæla skjótt í smáum tríkantum fyri síðani at skifta síðu við longum sendingum, men føroyska liðið er framvegis framúr væl skipað í verjupartinum!
20) Týskararnir hava bóltin munandi meiri enn føroyingarnir. Føroyska leiðslumálið tykist tó hava borið við sær, at sjálvsálitið á føroyska liðnum er stórt, og viðhvørt megna teir bláu at samanspæla á týsku hálvuni. Føroyska liðið er framvegis sera væl skipað í verjupartinum.
Málskjúttin Árni Frederiksberg hevur sæð gula kortið.
13) 0-1: Árni Frederiksberg 12.
Á Euorsport ber í løtuni til at fylgja føroyska U21 landsliðnum, sum spælir á útivølli ímóti Týsklandi.
Og eftir 12 minuttir eru Føroyar frammanfyri 1-0. Málskjútti var Árni Frederiksberg, sum eitt vet til høgru í brotsteiginum og eftir gott samanspæl við Brand H. Olse og Gunnar Zachariasen, við vinsta beini lyfti bóltin upp um týska málverjan!
Føroyar: Teitur M. Gestsson - Báður Hansen, Hørður Askham. Sonni Ragnar Nattestad, Rene Shaki Joensen - Tróndur Jensen, Brandur Olsen- Árni Frederiksberg, Ári Ó. Ellingsgaard, Gilli Sørensen - Gunnar Zachariassen.
Á bonkinum frá byrjan vera: Hallgrím G. Hansen, Pál Mohr Joensen, Sørmundur Á Kalsø, Beinir Ellefsen, Ivan Joensen, Heðin Klakstein og Heðin Hansen.