Týskland í hálvfinaluni fyri fjórðu ferð á rað

Við sigri á Fraklandi, er Týskland nú tað fyrsta liðið, ið er klárt til hálvfinalurnar í HM endaspælinum í Brasil.

Týskland vann í kvøld 1-0 á Fraklandi í fjórðingsfinaluni undir HM endaspælinum í Brasil. Hetta er fjórða ferðin á rað, at Týskland kemur í hálvfinaluna undir HM. Tað er fyrstu ferð nakrantíð at eitt lið er komið í hálvfinaluna fýra ferðir á rað undir HM.

 

Einsamalla málið í dystinum gjørdi verjuleikarin Mats Hummels, tá 13 minuttir vóru leiktir av dystinum. Málið kom eftir fríspark úr vinstru síðu frá Toni Kroos, har Mats Hummels skallaði bóltin inn umvegis yvirleggjaran. 

 

Talan var um javnan dyst, har bæði liðini høvdu møguleikar fyri at fáa mál. Beint áðrenn hálvleik var Frakland nær við í fleiri førum.

 

Týskland skal í hálvfinaluni møta vinnaranum av dystinum í kvøld millum Brasil og Kolumbia.

 

Frakland - Týskland 0-1 (0-1)

0-1 Mats Hummels, 13.