Týskland minkar um stuðul til Ukraina

Týskland ætlar at minka hernaðarstuðulin til Ukraina við einari helvt

Týskland fer at brúka meira pengar til egna verju næstu árini

Týskland hevur latið Ukraina 60 milliardir krónur um árið í hernaðarstuðli, men hendan upphædd fer at minka niður í helvt næstu tíðina, tí ES og G7-londini í felag tryggja stuðulin.

 

Tað skrivar Reuters, sum hevur gjøgnumgingið uppskotið um týsku fíggjarlógina fyri næsta ár.

 

Bæði ES, G7-londini og Nato hava boðað frá, at tey fara at veita Ukraina stóran fíggjarligan stuðul næstu árini. Týskland er partur av hesum samstørvum.

 

Týskland æltar sær hinvegin at liva upp til kravið hjá Nato um, at limalondini brúka tvey prosent av Bruttotjóðarúrtøkuni til verjuna. Hetta mál fer Týskland at røkka næsta ár, tá ið landið hevur sett 561 milliardir krónur av til verjuna.

 

Týskland fer at brúka meira pengar til egna verju næstu árini