Týskland reyk úr HM eftir stórt drama

Týskland er fyri aðru ferð á rað úti úr HM eftir innleiðandi bólkaspælið hóast sigur á Costa Rica.

Týskland vann HM í 2014. men ruku í kvøld úr HM eftir innleiðandi bólkaspælið eins og teir eisini gjørdu til seinasta HM í Russlandi 2018. - Foto: Annegret Hilse/Reuters

Nýtt HM, nýtt stór vónbrot hjá týska fótbóltslandsliðnum.

Eftir at hava vunnið alt í 2014 eru týskarar á øðrum sinni í HM á rað lidnir eftir innleiðandi bólkaspæli.

Tað er greitt, eftir at síðstu dystirnir í bólki E varð spældur í kvøld. Týskland vann 4-2 á Costa Rica, men av tí at Japan vann 2-1 á Spania í hinum dystinum, endaðu týskarar á triðja plássi.

 

Spenningur var í dystunum, tí sum tíðin leið stóðu øll liðini av og á til at koma víðari. Men tað endaði við at Japan og Spania drógu longru stráini og sluppu víðari í kappingini.

 

Frá 2002 til 2014 endaðu týskararnir øll árini við at fáa heiðursmerki.

 

Japan skal í áttandapartsfinaluni møta Kroatia, meðan Spania skal spæla ímóti Marokko.

 

Dysturin millum Costa Rica og Týskland var søguligur frá fyrsta bríksli. Tí skipaði Stéphanie Frappart fyri. Hon stóð á odda fyri fyrstu kvinnuligu dómaratrio í einum dysti í mannfólka HM nakrantíð.

 

Eftir at Frappart hevði bríkslað dystin í gongd, fóru tey bæði liðini skjótt í sínar leiklutir. Costa Rica stóð langt aftur og lat Týskland um framfýsnið, sum legði tungt trýst á.

 

Tað vísti seg at vera sera vandamikið fyri Costa Rica. Keylor Navas í málinum slapp skjótt til arbeiðis, og longu eftir smáar 10 minuttir mátti hann lúta, tá Serve Gnabry við høvdinum setti bóltin í málið til 1-0.

 

Eftir málið stóð Týskland framvegis fyri tí mesta, men Costa Rica fekk tamarhald á verjuni, og tað fleiri mál komu ikki í fyrra hálvleiki.

 

Sjálvt um Týskland hevði tamarhald á støðuni og stýrdi ímóti sigri, so kom tó trýst á inni í øðrum hálvleiki.

 

Tí tá javnaði fyrst Japan og legði seg so á odda ímóti Spania í hinum dystinum í bólkinum.

 

Tað merkti, at Týskland jú ikki longur hevði atgongumerki til áttandapartsfinlauna.

 

Og so gekk galið hjá Týsklandi, sum tykist at missa tamarhaldið eina løtu. Hesum gjørdi Costa Rica sær dælt av við at javna eftir spæl í ein tíma.

 

Yeltsin Tejeda hamraði ein returbólt í málið, eftir at Manuel Neuer ikki megnaði at skalla bóltin. Nú var Costa Rica brádliga bara eitt mál frá at sleppa víðari saman við Japan.

 

Hetta fekk týskarar at vakna. Innan tíggju minuttir høvdu teir bóltin tríggjar ferðir á stongini.

 

Kortini bleiv tað 2-1 til Costa Rica, tá Juan Pablo Vargas eitt sindur tilvildarliga fekk bóltin í málið eftir rótut spæl í týska brotsteiginum.

 

Dreymurin hjá Costa Rica um at sleppa víðari vardi tó ikki so leingi. Kroystu týskararnir trýstu á og fingu soleiðis svarað aftur, tá Kai Havertz javnaði til 2-2, og so kundi Spania anda lættan í hinum dystinum.

 

Í 85 minutti var tað eisini Havertz, sum setti fótin á eitt innlegg til 3-2.

 

Nú var Týskland á rættari kós, men teir skuldu tó skora seks ferðir afturat, ella skuldi Spania javna í hinum dystinum fyri at sleppa víðari.

 

Týskland fekk enn eitt mál – tað var Niclas Füllkrug, sum skoraði – men Spania javnaði ikki, og soleiðis brast dreymurin hjá týsklandi.

 

/ritzau/

 

Týskland vann HM í 2014. men ruku í kvøld úr HM eftir innleiðandi bólkaspælið eins og teir eisini gjørdu til seinasta HM í Russlandi 2018. - Foto: Annegret Hilse/Reuters