Týskland soraði Føroyar á Tórsvølli

Týska U21-landsliðið var ein nógv ov stórur biti at svølgja fyri føroyska U21-landsliðið. Dysturin endaði heili 0-6 til Týskland

Tað byrjaði serstakliga illa hjá Føroyum, tí at longu eftir 12 minuttir var 0-2 til Týskland. Síðani fekk føroyska liðið skapt eitt sindur av støðufesti, men í endanum av fyrra hálvleiki gekk heilt galið. Týskarar skoraðu tvey mál undan hálvleikssteðginum, og harafturat fekk Hákun Edmunsson reytt kort orsakað av tveimum gulum kortum.

 

 

Við hálvleiksstøðuni 0-4 og ein mann í undirtali var øllum greitt, at seinni hálvleikur fór at gerast drúgvur. Tað gekk tó betri hjá Føroyum í seinna hálvleiki, tí at okkara menn vóru nær við at skora nakrar ferðir, men tó skoraði Týskland tvey mál, og harvið endaði dysturin 0-6.

 

Niðanfyri eru dystarhagtøl og beinleiðis tekstfrásøgnin frá dystinum.

 

0-1 Max Meyer 08.

0-2 Maximilian Arnold 12.

0-3 Max Meyer 39.

0-4 Niklas Sule 45.

0-5 Leroy Sané 73.

0-6 Serge Gnabry 75.

 

Reytt kort: Hákun Edmunsson, 43

 

Føroyar: Fríði Sigurðsson (ÍF) - Leivur Joensen (ÍF), Andrias Eriksen (B36, Teitur Olsen (TB), Gestur B. Dam (B36) - Jóannes Bjartalíð (KÍ) (Poul Ingason, 86), Jonas G. Hansen (TB), Betuel Hansen (Silkeborg) (Bartal Wardum, 26), Hákun Edmundsson (NSÍ), Benjamin Heinesen (B36) (Magnus Egilsson, 59) - Jákup Thomsen (FC Midtjylland)

 

Týskland: Timon Wellenreuther (Mallorca) - Jeremy Toljan (Hoffenheim), Niklas Sule (Hoffenheim) (Malcom Cacutalua, 46), Lukas Klostermann (RB Leipzig), Yannick Gerhardt (FC Køln) - Maximilian Arnold (Wolfsburg), Leon Goretzka (Schalke 04) (Marc Stendera, 70), Joshua Kimmich (Bayern Múnchen) - Leroy Sané (Schalke 04), Julian Brandt (Bayer Leverkusen) (Serge Gnabry, 46), Max Meyer (Schalke 04)

 

 

 

 

90: Dysturin endaði 0-6 til Týskland.

 

86: Føroyar skifta út. Jóannes Bjartalíð fer út fyri Poul Ingason.

 

81: Gult kort til Jóannes Bjartalíð.

 

79: Føroyar hava júst brent risa málmøguleika. Magnus Egilsson spældi hegnisliga Gest B. Dam leysan. Heldur enn at skjóta sjálvur valdi Gestur at spæla bóltin yvir til Jákup Thomsen, sum hevði skotið bóltin í mál, um ein týskur verjuleikari ikki hevði tveitt seg niður í evstu løtu.

 

75: Dagsins mál er júst blivið skorað. Serge Gnabry trekti inn í vøllin úr høgra borði og smekkaði bóltin í longra málhorn til 0-6. Tað sæst á málinum, at hasin maðurin hevur spælt dystir fyri Arsenal.

 

73: Fyrr ella seinni máttu týskarar skora upp á onkran av teirra mongu málmøguleikum, og tað hendi so nú. Fríði Sigurðsson megnaði ikki at halda bóltinum, tá ið týskari skeyt úr stuttari fjarstøðu, og bólturin endaði síðani hjá stórspælandi Leroy Sané, ið lættliga kundi skora til 0-5.

 

Áskoðaratalið er blivið kunngjørt. 581 áskoðarar eru á Tórsvølli, og tað er snøgt sagt ov vánaligt, at tað ikki eru fleiri føroyskir fótbóltsfjepparar, sum tíma at síggja Bundesligastjørnur spæla ímóti okkara U21-monnum.

 

70: Týsk útskifting. Liðskiparin, Leon Goretzka, er farin út fyri Marc Stendera. 

 

68: Tað er onkursvegna eitt undur, at støðan framvegis er 0-4, tí at týskarar hava havt eitt hav av skotum á føroyska málið. Hóast teir spæla væl, so hava teir verið nakað óneyvir.

 

63: Eftir gott týskt álop sendi Serge Gnabry innfyri til Leroy Sané, sum skeyt bóltin í mál. Tíbetur fyri Føroyar var Sané rangstøðustaddur, og málið varð kolldømt.

 

59: Føroyar skifta út. Magnus Egilsson er komin innfyri Benjamin Heinesen.

 

56: Bæði liðini hava fingið hvør sítt gult kort. Illstøða kom ímillum Benjamin Heinesen og Yannick Gerhard, og dómarin valdi at geva báðum leikarunum gult kort.

 

55: Jákup Thomsen breyt ígjøgnum í vinstru og sendi innfyri, har Bartal Wardum hevði runnið seg leysan. Týskur verjuleikari kom tó ímillum í evstu løtu, áðrenn Bartal kundi skjóta bóltin í mál.

 

53: Enn er 0-4, men týska trýstið heldur fram, hóast tað er fánað eitt sindur í mun til fyrra hálvleik. Leroy Sané hevur roynt seg nakrar ferðir, men Fríði Sigurðsson hevur havt nakrar góðar bjargingar.

 

48: Eftir gott frambrot bleiv Jóannes Bjartalíð steðgaður av nýinnskifta Cacutalua. Cacutalua fekk gult kort fyri sína brotsgerð.

 

Seinni hálvleikur byrjar beint nú. Týskland hevur gjørt tvær útskiftingar. Í miðverjuni er Niklas Sule farin út fyri Malcom Cacutalua, og eisini er Julian Brandt farin út fyri Serge Gnabry. Serge Gnabry er ikki ein og hvør, tí hann hevur umboðað besta liðið hjá Arsenal nakrar ferðir. Í løtuni er hann tó útlæntur til West Bromwich Albion.

 

Nú er hálvleikur. Týskland eru á odda 0-4 og skulu spæla 11 ímóti 10 restina av dystinum, væntandi. Hetta verður ein langur seinni hálvleikur...

 

45: So var aftur mál, tíverri. Týski miðverjin, Niklas Sule, tók sakina í egnar hendur og smekkaði bóltin í mál til 0-4 úr eini 20-25 metra fjarstøðu.

 

43: So fingu Føroyar reytt kort. Einasti føroyski leikarin, sum hevði gult kort frammanundan, Hákun Edmundsson, gjørdi eina satsaða takkling, og hana fekk hann sítt seinna gula kort fyri. Samanlagt var tað sera bíligt, at Hákun fekk tvey gul kort fyri einastu fríspørkini, sum hann hevur gjørt.

Eftir reyða kortið hevurFríði Sigurðsson havt tvær framúr góðar bjargingar.

 

39: So var 0-3 til Týskland. Gott hornaspark varð sent innfyri, og inni í fimmmetrinum stóð Max Meyer klárur og skeyt bóltin í mál. Føroyski málverjin, Fríði Sigurðsson, sá ikki skuldarleysur út í støðuni.

 

36: Føroyar komu í góða støðu, har Jákup Thomsen rak væl við bóltinum og spældi Benjamin Heinesen í góða støðu, sum skeyt bóltin beint við síðuna av.

 

30: Hákun Edmunsson hjá Føroyum hevur fingið gult kort.

 

26: Leroy Sané tók ein fantastiskan solotúr og mundi skorað, men inni í fimmmetrinunum fingu føroyingar steðgað honum. Føroyar hava annars júst gjørt eina útskifting. Betuel Hansen er blivin skaddur, og inn í hansara stað er komin Bartal Wardum.

 

20: Nú mundu týskararnir lagt seg á odda 0-3. Føroyska miðverjan sveik og Leroy Sané, sum spælir við Schalke 04, gjørdist leysur, men skeyt við síðuna av. Hetta verður ein øgiliga langur dystur fyri føroyska liðið, um týska trýstið heldur sær allan dystin.

 

12: So var 0-2 til Týskland. Maximilian Arnold, sum spælir við Wolfsburg, smekkaði til langt útifrá, og bólturin sang uppi í horninum.

 

08: So var 0-1 til Týskland. Týskararnir løgdu sera stórt trýst á føroyska liðið, sum kom nakað langt niður at standa. Vinstri bakkurin, Yannick Gerhardt, legði innfyri, og inni í einum trunka í brotsteiginum stóð Max Meyer leysur, sum lættliga skeyt bóltin í mál.

 

04: Sum væntað hava týskararnir sett seg á dystin. Teir hava eisini havt okkurt skot, men heilt vandamikið er tað ikki blivið enn. 

 

Trýst á greinirnar niðanfyri fyri at vita, hvørjir leikarar byrja inni hjá liðunum báðum

 

Føroyska liðið: U21 liðið er sett

 

Týska liðið: Hesir týskararnir byrja inni