Týskt undirhald á tíðindafundinum hjá Turkalandi

Stefan Kuntz var í stórformi, tá Turkaland hevði tíðindafund á Tórsvølli í kvøld

Í annaðkvøld seta Føroyar og Turkaland punktum fyri hesa Nations League kappingina. Turkaland hevur tryggjað sær fyrsta plássið og uppflyting, meðan Føroyar hava tryggjað sær plássið í deild C.

 

Fyrr í dag hevði føroyska manslandsliðið tíðindafund, meðan Turkaland skal venja klokkan 18. Undan venjingini var tíðindafundur á Tórsvølli við kenda týska venjaranum, Stefan Kuntz, og İrfan Can Kahveci frá Fenerbahçe.

 

Landsliðsvenjarin hjá Turkalandi var í stórformi og undir óført. So nógv, at tað kom misskiljing í hjá fjølmiðlunum, ið fingu ensku útgávuna av Stefani Kuntz umsetta. Tað endaði við, at landsliðsvenjarin lovaði at gevast at skemta, men longu í svarinum eftir var hann aftur í stuttliga lagnum.

 

Hann helt skemtandi fyri, at hevði sæð ein mann dyppa í sjónum í dag og spurdi viðkomandi um tað ikki var kalt. Viðkomandi svaraði aftur, at tað var heili átta stig. Átta! Tað er býtandi kalt, skemtaði Stefan Kuntz.

 

Hann fekk eisini spurningin, um tað ikki hevði verið ein fín avtala, at spæla 1-1, eins og í 1991 á Ovaravølli. Spurningurin var av skemtiliga slagnum, og tað var svarið eisini.

 

- Tú kennir til turkisku fjølmiðlarnar, ha? 1-1 verður aldrin góðtikið av teimum, svaraði Stefan Kuntz skemtiliga aftur.

 

Hann vendi sær síðani móti turkisku fjølmiðlunum, sum høvdu fleiri kritiskar spurningar um 3-3 javnleiki móti Luksemborg, og spurdi um tað ikki passaði?

 

Stefan Kuntz var ikki einsamallur um at koma við viðmerkingum, sum vóru uttanfyri tær hvítu linjurnar á vøllinum. Á tíðindafundinum var eisini İrfan Can Kahveci, sum spælir við Fenerbahçe. Hann endaði við eini viðmerking um, at øll burdu vitjað Føroyar.

 

- Annars burdu øll komið til Føroya í minst eina viku og slappa av!

 

Dysturin millum Føroyar og Turkaland verður í morgin klokkan 19.45. FM1 sigur frá dystinum.