Týskur lækni viðgjørdi Eriksen: Hann lat skjótt eyguni upp

Christian Eriksen vaknaði skjótt eftir stoyt við hjartastaranum, greiðir týskur lækni frá, sum var við á vøllinum.

Týski Jens Kleinefeld var ein av læknunum, sum var við í bjargingararbeiðinum kring Christian Eriksen, sum small við hjartasteðgi í dystinum millum Danmark og Finnland leygarkvøldið.

 

Jens Kleinefeld hevur arbeitt fyri bæði Evropiska Fótbóltssambandi og Altjóða Fótbóltssambandi. Hann greiðir frá, at Christian Eriksen skjótt vaknaði eftir fyrsta stoytin við hjartastartaranum.

 

– Umleið 30 sekund seinni lat hann eyguni upp, og eg kundi tosa beinleiðis við hann.

 

– Tað var ein rørandi løta. Í slíkum medisinskum neyðstøðum í gerandisdegnum er møguleikin fyri at klára tað nógv lægri, sigur Kleinefeld í eini samrøðu í einum blað hjá týska miðlahúsinum Funke Mediengruppe.

 

Hann greiðir frá, at hann spurdi Christian Eriksen, um hann var komin til sín aftur, og tað svaraði Christian Eriksen positivt uppá. Tí segði hann sambært Kleinefeld: »For fanin, eg eri bara 29 ára gamal«.

 

##med2##

 

– Tá visti eg, at hann ikki hevði fingið heilaskaða, og at hann var fyri seg aftur, sigur Jens Kleinefeld.

 

Læknin sigur víðari, at Christian Eriksen svaraði geritt og týðuliga boðum, og at hann var púra klárur í Parkini.

 

Christian Eriksen skuldi fáa neyðugu útgerðina á seg, so læknarnir kundu hava eftirlit við honum á veg til Ríkissjúkrahúsið. Tí tók tað eina løtu at fáa hann út í sjúkrabilin, sigur Kleinefeld.

 

Á tíðindafundi sunnudagin segði landsliðislæknin, Morten Boesen, at Christian Eriksen eftir umstøðunum hevði tað gott.Tað hava verið boðini síðani.

 

Seinasta dagføringin er, at Christian Eriksen framvegis er innlagdur og verður kannaður, so greiða kann fáast á, hví hann fekk hjartasteðg.

 

Tað seinasta nýggja DBU kom fyri løtu síðani:

 

– Eftir at Christian Eriksen hevur verið ígjøgnum ymsar hjartakanningar, er gjørt av, at hann skal hava ein innopereraðan hjartastartara, eina sonevnda ICD-eind, sigur Morten Boesen, lækni hjá danska landsliðnum.

 

Tað sum vanliga verður kalla ein »pacemaker«. Læknin sigur, at tað er púra vanligt, at fólk fáa slíkar pacemakarar innopereraðar eftir slíkar hjartatilburðir.

 

/ritzau/AFP