Millum miðlarnar í Magdeburg í eystara partinum av Týsklandi er Meetingpoint Magdeburg.
Í dag ber Meetingpoint Magdeburg eina spennandi søgu: Verandi týsku meistararnir, SC Magdeburg vilja hava Óla Mittún í hópin hjá sær undan kappingarbyrjanini í bundesliguni í 2025.
Miðilin skrivar, at umboð fyri Magdeburg hittu Óla, tá lið hansara, Sävehof tók lut í venjingarkappingini: Heide Cup fyrst í august.
Millum liðini Sävehof spældi ímóti í Heide Cup vóru bundesliga-liðini, Gummersbach og Rhein Neckar Löwen.
##med2##