Týskvøld er stóra grýlukvøld í Nólsoy

Mánadag eru grýlurnar so troyttar, at tær orka ikki at ganga hús úr húsi, so tað verður gjørt týskvøld.

Mánadag eru grýlurnar so troyttar, at tær orka ikki at ganga hús úr húsi, so tað verður gjørt týskvøld.

 

Mánadagurin hevur nógv spennandi at bjóða teimum smáu grýlunum.

 

Byrjað verður í skúlanum ella í barnagarðinum við at sláa tunnu. Og tað krevur jú sítt.

 

Næsta stigið er klokkan 18, tá ungmannafelagshúsið, Royndin, bjóðar upp á pylsu og breyð og okkurt drekkandi.

 

Og sum rosinan í pylsuendanum verður boðið upp til grýludans fyrrapartin á kvøldinum. So tað er einki at siga til, at grýlurnar eru troyttar, tá kvøldið rættiliga kemur.

 

Men so er tað jú týskvøldið, sum er tað kvøldið, tá grýlurnar ganga hús úr húsi. Og tað er ógvuliga ójavnt, hvussu tær fylgjast. Onkuntíð kemur ein heilur hópur í senn, einar fimm til átta í sama bólki. Til aðrar tíðir kemur ein einsamøll grýla, ofta saman við mammu síni.

 

Hesar báðar vóru júst á veg avstað aftur, sum ein stórur bólkur kom á dyr. Og soleiðis gongur eitt fastalávintstýskvøld.