U 16 landsliðið úttikið

18 leikarar eru úttiknir til U 16-landsliðið, sum fer av landinum sunnudagin

Jákup Mørk


Liðið, sum skal luttaka í undankappingini til EM, fer úr va´gunum nú sunnudagin, og longu týsdagin verður fyrsti dysturin á ferðini, tá Føroyar skulu spæla móti Hvítarusslandi.

Hósdagin verður dystur móti vertslandinum, Holland, og leygardagin verur so seinasti dysturin hjá føroyingum, og verður hesin móti Íslandi.

Teir 18 leikararnir, sum hava fingið landsliðsboð eru: Sámal J. Samuelsen, Marni Djurhuus, Hans Pauli Samuelsen EB/Streymur, Arnfinn í Bartalsstovu GÍ, Áki Petersen, Hanus Eliasen ÍF, Eli Thorsteinsson, Rani D. Christiansen, Bjarni Jørgensen, Rókur F. Jespersen HB, Ingi Højsted, Mortan Johannesen B36, Aksel Petersen, Jann Ingi Petersen B68, Rasmus Nolsøe TB, Magnus Skoralíð LÍF, Andy Olsen, Bjarki Danielsen NSÍ. Við í ferðalagnum eru eisini Jógvan Martin Olsen, Mathias Davidsen Pætur Clementsen, Fanny Kruse og Jón Harald Poulsen.