U-18 landsliðið hjá kvinnum, sum í hesum døgum er til kapping í Estlandi, hava í dag spælt sín annan dyst í kappingini.
U-18 genturnar spældu klokkan 11 í morgun móti Lettlandi í einum dysti, sum Lettland vann 2-1.
Føroyar vóru annars á odda 1-0 í hálvleikinum við máli frá Evy á Lakjuni, sum eisini skoraði føroyska málið í dystinum í gjár, tá Føroyar taptu 4-1 móti Litava.
Seinasti dysturin hjá føroyska liðnum verður spældur fríggjadagin, tá Føroyar møta vertstjóðini Estlandi.