Í morgin fer a-landsliðið hjá monnum at royna seg í Litava. Og um mánaðarskiftið fer U-19 kvinnulandsliðið til Litava, har tær skulu taka lut í EM undankappingarbólki. Mótstøðuliðini verða umframt vertstjóðin stóru europeisku fótbóltstjóðirnar Ongland og Spania.
Ferðalagið fer úr Føroyum 25. september, og tað verður aftur í Vágum 3. oktober. Fyrsti dysturin verður ímóti Onglandi í Kanaus 27. september, 29. september verður Spania á skránni í Kaunas, og 2. oktober verður spælt í Marijampolé ímóti Litava.
Venjararin hjá U-19 kvinnulandsliðnum hava givið hesum spælarunum boð um at vera við á ferðini: Olga F. Olsen, Sigrid Jacobsen og Olga Kristina Hansen, KÍ, Sára Samuelsen, Monika Samuelsen og Svava Vestergaard, VB/Sumba, Hallgerð Hansen, SKÁLA, Simona Heinesen, AB, Unnur Danielsen og Rúna Højgaard, B36, Sigrun K. Kristiansen, Rudi Zachariassen og Annika Vang, EB/Streymur, Gunvá J. Pállson, Rósa Magnussen, Ragnfríð K. Jacobsen og Jeanett Holm, GÍ og Heidi Sevdal, NSÍ.