U 19 LANDSLIÐIÐ
Í hesi vikuni er U 19 landsliðið í fótbólti í Svøríki. Fyrsti dysturin í EM undankappingini er á skránni seinnapartin. Tá skulu Føroyar spæla móti Belgia. Hósdagin og leygardagin eru ávikavíst Ungarn og Svøríki mótstøðuliðini.
- Mótstøðan verður ivaleysa stór. Belgia spælir tekniskan og skjótan fótbólt. Tað plagar at vera torført hjá okkum at spæla móti sovornum liðum, men vit fara at royna at gera okkara besta, sigur venjarin, Bill Jacobsen, úr Svøríki.
Liðið er fyri tað mesta mannað við somu spælarum sum fyri tveimum árum síðani í U 17 undankapping vóru í Rumenia. Tá taptu teir 8-0 móti Rumenia, 6-0 móti Eysturríki og 2-0 móti Makedonia.
- Flestu dreingirnir hoyra til yngra árgangin. Kanska er hetta eisini ein íløga til næsta ár, men dreingirnir hava lutfalsliga nógvar altjóða royndir. Teir vita, hvat tað snýr seg um, og vit hava fleiri á liðnum, sum eiga at vera væl fyri, sigur Bill Jacobsen og sipar eitt nú til Johan Troest Davidsen, sum spælir í Everton, og Christian R. Mouritsen, sum spælir í Manchester City. Pætur Jørgensen spælir í OB, og harvið er eisini hann á grasi hvønn dag.
Fleiri spælarar luttaka í bestu og næstbestu deildini, so teir áttu at verið hampuliga væl fyri.
- Um vit sleppa at hava bóltin, so kann tað gangast væl. Um vit alla tíðina fara at renna aftaná teimum, so verður tað ikki so gott, tí okkara eru ikki so skjótir og kropsliga sterkir, sum hinir eru tað, staðfestir Bill Jacobsen.
Spælararnir, sum eru við í Svøríki, eru Trúgvi Askham og Ólavur í Ólavstovu, FS Vágar, Einar Hansen og Bogi Løkin, NSÍ, Andreas Lava Olsen og Rógvi Ryggshamar, LÍF, Jóhan V. Gunnarsson og Levi Hanssen, B36, Kristoffur Jakobsen, KÍ, Poul T. Dam og Niclas Eysturoy, HB, Gunnar H Haraldsen, Fram, Sam Jacobsen GÍ, Frank Poulsen ÍF, Per Heinasson SÍ, Jóhan Trost Davidsen Everton, Pætur T. Jørgensen OB og Christian R. Mouritsen Manchester City.