Tað var væntað undan dystinum, at Newcastle liðið fór at verða ógvuliga sterkt í mun til tað føroyska, men sum dysturin leið, so gjørdist greitt, at føroyska liðið var væl við. Newcastle leikararnir eru í løtuni í holt við sína pre-season venjing, og tað sást eisini aftur til tíðir. Tað tekur tó einki frá innsatsinum hjá føroysku leikarunum.
Dysturin var spældur á venjingarstøðini hjá Newcastle, og millum teir sum vóru rundan um vøllin vóru Newcastle venjarin, Chris Hughton, og fyrrverandi Liverpool og Newcastle leikarin Peter Beardsley. Á odda fyri Newcastle liðnum stóð fyrrverandi Tottenham leikarin og fyrrverandi hjálparvenjarin hjá Newcastle, Colin Colderwood.
Newcastle legði seg á odda stutt fyri hálvleik. Í seinna hálvleiki vísti føroyska liðið at teir kunnu spæla fult upp við Newcastle. Fyrst javnaði Brøndby leikarin, Gunnar Zachariassen, fyri Føroyar, áðrenn Sørmund Kalsø í seinasta álopinum í dystinum stútaði eitt horna í mál til 2-1 til føroyska U-19 landsliðið.
Við støðuni 1-1 gjørdi føroyska verjan brotsspark ímóti Jóan Símuni, sum hann sjálvur var settur at taka. Jóan Símun var so fittur, at hann brendi!
Bæði U-15 og U-17 spældu í innandura høllini í venjingarstøðini hjá Newcastle og taptu. U-15 tapti 2-0 fyri Wallsend Boys Club, sum hevur uppfostrað leikarar sum Alan Shearer og Peter Beardsley. U-17 tapti 3-0 fyri Whitley Bay FC.