U-21 í eldin á middegi

Klokkan 12 verður fyrsta bríksli í U-21 landsdystinum, sum Føroyar á útivølli fara at spæla ímóti Letlandi. Dysturin verður á Daugava leikvøllinum í Riga, har Letland fyri einum mánað síðani vann 5-1 á Rumenia.

Føroysku venjararnir Heðin Askham og Bill McLeod Jacobsen hava sett liðið, sum sær soleiðis út:

 

Jóan Pauli Jakobsen - Jóhan Troest Davidsen, Rógvi Holm, Dánjal Davidsen, Pól Jóhannus Justinussen - Kristoffur Jakobsen - Róaldur Jakobsen, Jóan Símun Edmundsson, Rógvi Poulsen - Christian R. Mouritsen - Øssur Dalbúð.

 

Á beinkinum sita Hans Jørgensen, Bogi Løkin, Pætur Jørgensen, Jóhan Ellingsgaard, Finnur Justinussen, Karl Løkin og Hallur Hansson.

 

Sammett við undanfarna dyst er liðið styrkt við Boga Løkin og Jóhan Troest Davidsen, sum annars hava verið á a-landsliðnum. Jóhan er millum teir fyrstu ellivu, men Bogi hevur seinastu dagarnar verið darvaður av skaða, og hann er tískil ikki millum teir fyrstu ellivu.

 

Við á ferðini eru eisini Álvur Hansen fysioterapeutur, Jón Harald Poulsen liðleiðari, Andras Gango málmansvenjari, Per Olsen liðleiðari og Magnus á Stongum ferðaleiðari.