Føroysku U-21 dreingirnir hava í kvøld eina stóra avbjóðing á skránni.
U-21 landsliðið skal nevniliga spæla á útivølli móti Týsklandi. Eitt lið sum telist millum tey bestu U-21 landsliðini í heiminum.
Fyri einum góðum hálvum ári síðani spældu somu liðini á Tórsvølli, og vann Týskland tá 6-0.
Venjararnir báðir, Bill McLeod Jacobsen og Eli Hentze, hava fyri løtu síðani sett føroyska liðið, sum sær soleiðis út til dystin í kvøld:
Málverji: Elias Rasmussen (Víkingur)
Í verjuni frá høgru: Leivur Joensen (ÍF), Andrias Eriksen (B36), Sonni Ragnar Nattestad (FH, Ísland), Ári M. Jónsson (HB).
Á miðvøllinum frá høgru: Gestur B. Dam (B36), Hákun Edmundsson (B68), Jonas G. Hansen (FC Helsingør), Jóannes Bjartalíð (KÍ)
Í álopinum: Teit Jacobsen (HB), Jákup Thomsen (FC Midtjylland, Danmark)
Dysturin millum Týskland og Føroyar byrjar í kvøld klokkan 19:00.