U-21 landslið
- Skal menningin av føroyskum fótbólti halda fram, so er mest sum alneyðugt við einum U-21 landsliði.
Somikið avgjørdur var Jógvan Martin Olsen, tá hann tók við sum føroyskur lansdsliðsvenjari. Tá staðfesti Óli Holm, formaður í FSF, at hetta var eitt mál, sum arbeitt verður við. Og nú er eisini líkt til, at ynskið hjá landsliðsvenjaranum verður veruleiki.
- Enn er formliga avgerðin ikki tikin, so eg fái ikki svarað við vissu, sigur Jens Erik Magnussen, formaður í landsliðsnevndini hjá FSF.
- Tað er tó greitt, at vit ikki vera við í pottinum, tá lutur verður kastaður um komandi U-21 kappingina í januar mánaði. Til tess er skotbráðið ov stutt.
- Hinvegin, so er talan hesa ferð um eitt slag av millumspæli, nú U-21 kappingarnar verða umskipaðar, og tí er tað ikki altavgerandi at vera við hesaferð. Ætlanin hjá okkum er tó, at vit skulu vera við, tá trekt verður um bólkarnar til undankappingina til OL í 2008. Tann undankappingin byrjar í 2007.
Kostar yvir milliónina
Í mun til verandi kappingarskipan, so veðrur tað í framtíðini ikki so, at A- og U-21 landsliðini eru í eins bólkum. Tað vil við øðrum orðum siga, at kostnaðurin av einum U-21 landsliði verður størri í framtíðini, enn hann hevur verið. Og fyrst og fremst er tað fíggjarligi spurningurin, sum FSF vil greiða, áðrenn endaliga avgerðin verður staðfest.
- Tað eru jú ikki smápengar, sum tað snýr seg um. Fyri luttøkuna fáa vit einar 200.000 sveisarafrankar, sum svara til nærum milliónina, men tað er tó langt ífra nóg mikið til at rinda kostnaðirnar, sigur Jens Erik.
Hvussu stórir eru so samlaðu kostnaðirnir+
- Tað vita vit sjálvandi ikki. Tað veldst jú um, hvørt vit enda í bólki við Danmark ella Kasakhstan. Men roknast skal helst við einum tveimum milliónum. Altso skulu vit finna fígging til góða millión sjálvir.
Og tað rokna tit við at klára?
- Tað er so málið. Enn er formliga avgerðin so ikki tikin, men vit rokna við, at hetta verður avgreitt tíðliga í komandi ári, sigur Jens Erik Magnussen.