U-21: Norðurírland - Føroyar 4-0: Liðugt: Smurdir av!

Vánaligasti U-21 landsliðsdysturin kanska nakrantíð frá okkara síðu er liðugur. Úrslitið gjørdist ein greitt 4-0 tap, sum bæði kundi verið størri, men vit kundu eisini fingið okkurt máli, men fýra mál á muni, tað var í minstalagi munurin í dag á Oval leikvøllinum. Billy Kee skoraði trý av málinum hjá teimum.

 

Fyrsta málið kom tá fyrri hálvleikur var 24 minuttir gamal. Verjan fekk ikki rudda vekk og so smekkaði Billy Kee til. Teitur Gestsson í føroyska málinum hevði ongan kjans. Bara fimm minuttir seinni økti sami Billy Kee við enn einum góðum skoti. Tað gingu bara tveir minuttir, so var aftur gali. Joshua Magennis slapp at venda sær í brotsteiginum og so var aftur mál.

 

Í seinna hálvleiki skaptu vit fleiri møguleikar, men verjan stóð framvegis illa. Hevði Teitur Gestsson ikki staðið so væl og høvdu norðurírar ikki tikið sær av løttum, so kundi sigurin verið væl størri. Einasta málið í seinna hálvleiki kom tá eitt korter manglaði. Tað var Billy Kee, ið skoraði sítt hattrick. Stutt undan hevði hann brent ein risa møguleika, tá málmaðurin hjá okkum rendi saman við einum av okkara, men fyri opnum máli brendi hann.

 

Samanlagt er avrikið alt ov vánaligt, men tað er nú sjáldan, at U-21 landsliðið hevur ein kollektivan "off-dag", men í dag var ein av teimum.

 

Norðurírland - Føroyar 4-0(3-0)

1-0 Billy Kee, 24

2-0 Billy Kee, 29

3-0 Joshua Magennis, 31

4-0 Billy Kee, 75

 

 

 

90+3.min Helst vánaligasti U-21 landsliðsdysturin frá okkara síðu er bríkslaðu av.

 

90+2.min Rógvi Holm stútar beint við síðuna av eftir horna.

 

90.min Tríggir minuttir lagdir afturat vanligu leiktíðini

 

85.min Gunnar roynur seg við skoti, men málverjin bjargar. Í mótálopinum ger Rógvi Holm fríspark og fær gult kort.

 

84.min Nú er tað Róaldur, ið hevur havt tvær skot royndir, men heldur ikki hann rakar málið.

 

80.min Hallur Hansson hevur tvær møguleikar, men rakar ikki málið. Í hinum endanum bjargar Teitur enn eina ferð, tá verjan hjá okkum ikki fær rudda vekk.

 

77.min Rógvi Holm er um reppið at minka um munin, men Conor Devlin stór bjargar í málinum.

 

77.min Beinleiðis reytt kort til James Knowles fyri at takla Gunnar niður aftanifrá.

 

75.minMÁL 4-0 til Norðurírland Billy Kee er lyftur bóltin uppum Teit í málinum hjá okkum og so er 4-0.

 

74.min Róaldur velur at dribbla heldur enn at skjóta og so hendir einki.

 

71.min Norðurírland hevur akkurát brent størsta mál møguleikan í U-21 landsliðssøguni. Teitur Gestsson og Erling Jacobsen rendu saman og so var málið púra opið, men Billy Kee trillaði bóltin framvið málinum - ótrúligt.

 

70.min Føroyar ger enn eina útskifting. Út fer Dánjal á Lakjuni og inn kemur Rene Joensen

 

67.min Dánjal á Lakjuni rekur framvið verjuna, men skotið er eina fót-longd við síðuna av.

 

64.min Hallur Hansson tekur horna, men tað verður ov langt. Og endiliga hevur Norðurírland skift Joshua Magennis út. Hann hevur verið teimum góður í dag. Í hansara stað er komin Liam Boyce.

 

63.min Klæmint Olsen fer út og inn kemur Gunnar Zachariasen.

 

62.min Norðurírland hevur risa møguleika, men Teitur bjargar skotinum frá Joshua Magennis.

 

60.min Norðurírland ger eina útskifting. Út fer nummar sjey, Matthew Lund, og inn kemur Jonathan Breeze. Umframt tað, so fær nummar 4, Paddy McLaughlin gult kort.

 

53.min Jan Ellingagaard kemur illa frá uppgávi í vinstru. Fyrst missur hann bóltin og ger síðani fríspark og fær gult kort.

 

52.min Føroyar hava tvær royndir á norðurírska málið, men raka við síðuna av.

 

50.min Føroyar gera fyrstu útskiftingina. Høgni Eysturoy fer út við skaða og inn kemur Uni R. Petersen úr ÍF.

 

49.min Gott føroyskt álop endar við, at Dánjal fær fótin á í fimm metrinum, men er kroystur og skotið fer við síðuna av.

 

48.min Dánjal á Lakjuni í góðari støðu, men einki skot kemur burturúr.

 

46.min Føroyska liðið hevur onga útskifting gjørt í hálvleikinum. Hallur Hansson hevði trupulleikar í fótinum, men er klárur aftur.

 

Føroyska U-21 landsliðið hevur rætt og slætt fingið bank í fyrra hálvleiki á Oval leikvøllinum í Belfast. Tvey dundur skot frá Byilly Kee og eitt "strikara" mál frá Joshua Magennis eru munurin í hálvleikinum. Okkara skulu alvorliga taka seg saman, um vit skulu koma her frá við skinninum á nøsini. Spælið hongur illa saman og verjan hevur stórar trupulleikar.

 

45+3.min Hálvleikur

 

44.min Klæmint Olsen gult kort

 

41.min Hallur Hansson liggur skaddur og verður helst útskiftur. Tykist hava sera ilt í fótinum.

 

36.min Enn ein stórur møguleiki til norðurírland, men Teitur bjargaði.

 

31.min MÁL 3-0 til Norðurírland Joshua Magennis vendir sær í brotsteiginum og smekkar til og skorar.

 

29.minMÁL 2-0 Norðurírland Tað var aftur Billy Kee, ið royndi seg við langskoti og skoraði.

 

24.minMÁL 1-0 til Norðurírland Billy Kee hevur lagt Norðurírland á odda við dundurskoti. Verjan hjá okkum fekk ikki rudda vekk og úr 20 metrum smekkaði hann til og skoraði.

 

21.min So var Billy Kee aftur upp á spæl. Hann er leysur innfyri, meðan stútar innlegg úr høgru við síðuna av.

 

17.min Góð skotroynd frá Billy Kee, men Teitur bjargar væl

 

16.min Vit fara í mótálop, men bara Høgni Eysturoy og Klæmint Olsen fara fram við. Klæmint roynur seg innleggi, ið endar aftanfyri baklinjuna.

 

13.min Aftur ein stórur møguleiki til Norðurírland, tá Jan Ellingsgaard er ov djarvur við bóltinum. Teitur Gestsson bjargar tó royndini. Vit eru undir einum ávísum trýsti í løtuni.

 

11.min Billy Kee er líka við at leggja Norðurírland á odda eftir innlegg úr høgru. Tíbetur fór bólturin omanfyri.

 

10.min Klæmit Olsen vinnur bóltin í góðari støðu í høgru, men avspælingin til Dánjal á Lakjuni er ov frammaliga.

 

7.min Norðurírland trýtur og hevur havt fleiri hornaspørk. Okkara hava staðið sterkir at byrja við í verjupartinum.

 

2.min Hallur Hansson kom í góða støðu, men valdi skeivu loysnina, tá hann avleveraði til Klæmint Olsen í álopinum.

 

0.min So er dysturin byrjaður og vøllurin tykist eitt sindur vátur, umframt at tað er eitt sindur av vindi. Vit hava vindi ímóti í fyrra hálvieki og spæla í bláum.

 

13:50 So er liðið hjá Norðurírlandi eisini komið. Tað sær soleiðis út:

 

1. Conor Devlin (uttan felag)

2. James Knowles (Blackburn Rovers)

3. Joe Dudgeon (Hull City)

4. Paddy McLaughlin (York City)

5. Chris Hegarty (Rangers)

6. Rory McKeown (Kilmarnock)

7. Matthew Lund (Stoke City)

8. Oliver Norwood (Manchester United)

9. Billy Kee(liðsk) (Torquay United)

10. Joshua Magennis (Aberdeen)

11. Joshua Carson (Ipswich)

 

Føroyska liðið er mannað soleiðis:

 

Teitur Gestsson, HB – Høgni Eysturoy, B36, Rógvi S. Holm, HB, Erling D. Jacobsen, Víkingur, Jan Ellingsgaard, ÍF - Dánjal á Lakjuni, ÍF, Hallur Hansson, HB, Karl Løkin, ÍF, Róaldur Jakobsen, B36, Kaj Leo í Bartalsstovu, Víkingur - Klæmint Olsen, NSÍ

Á beinkinum: Petur Meinhard Magnussen, B68, Jógvan Isaksen, KÍ, Uni R. Petersen, ÍF, Rógvi E. Nielsen, 07 Vestur, Gunnar Zachariasen, AB Danmark, Rene S. Joensen, Brøndby IF Danmark

 

13:42 Eftir at hava skotið upp á mál eina løtu, verður farið undir seinasta partin av upphitingini. Tað er 18 minuttir til dómarin bríkslar fyri fyrstu ferð.

 

13:32 Verðurgudarnir hava lovað regn og nú hevur hug at regna eitt sindur. Umframt at tað er ein javnur vindur eftir longdini á vøllinum. Tað er longu komnir heilt fitt áskoðarum og heldur tann gongdin fram, so verða nógvir áskoðarar á Oval leikvøllinum, tá dómarin bríkslar fyri fyrstu ferð. Vit hava ikki fingið dómaraseðlarnar enn og tað er lítið, ið røkist fyri at tað koma av sær sjálvum.

 

13:15 So er Merkið vundið á stong og U-21 landsliðsleikararnir hjá okkum eru komnir á vøllin at hita upp. Vøllurin sær gott út og í løtuni spæla teir bara bóltin sína millum og taka sær av løttum.

 

13:10 Í stuttari viðmerking siga venjararnir hjá føroyska U-21 landsliðnum, Heðin Askham og Bill M. Jacobsen, at allir leikararnir eru klárir til uppgávuna. Einasti ivamálini vóru Rógvi Holm og Rógvi Nielsen. Rógvi Holm er tøkur og byrjar inni, meðan Rógvi Nielsen verður mettur at kunna klára ein lítlan hálvan tima um brúk skuldi verið fyri honum.

 

12:59 So eru fyrstu áskoðararnir komnir á Oval leikvøllin. Talan er um onkrar skúla næmingar og teir larma óført, meðan lærararin roynir at fortelja teimum okkurt.

 

12:57 Felagið, ið heldur til á Oval leikvøllinum eitur Glentorian FC og er stóvnað í 1882. Tit kunnu lesa meiri um felagið HER

 

12:50 Dómararnir hava verið á vøllinum og kannað at alt er í ordan. Tað er eitt sindur av vindi, men ikki nakað sum órógvar okkum úr Føroyum. BBC lovaði annars regn, men fyribils er turt í veðrinum.

 

12.37 Føroysku U-21 landsliðsleikararnir eru komnir á Glentorian leikvøllin í Belfast og hyggja at umstøðinum. Glentorian leikvøllurin er ein gamal leikvøllur, men tó so, so sær hann hugnaligur út. Tað sigst at sjálvur vøllurin er góðar at spæla á og hetta kann koma okkara liðið til fyrimuns.

 

Klokkan 14 verður fyrsta bríkslið í næsta fýra tíma langari fótbóltsuppgerð í Belfast millum Norðurírland og Føroyar.

Talan verður í fyrra umfarinum um U21 landsdystin, sum byrjar klokkan 14 á The Oval stadion í Belfast, og seinni í dag fer A-landsliðið í eldin.

Heðin Askham og Bill Jacobsen eru venjarar hjá U21 landsliðnum, og teir hava sett hetta liðið at byrja:

 

Teitur Gestsson, HB – Høgni Eysturoy, B36, Rógvi S. Holm, HB, Erling D. Jacobsen, Víkingur, Jan Ellingsgaard, ÍF - Dánjal á Lakjuni, ÍF, Hallur Hansson, HB, Karl Løkin, ÍF, Róaldur Jakobsen, B36, Kaj Leo í Bartalsstovu, Víkingur - Klæmint Olsen, NSÍ

Á beinkinum: Petur Meinhard Magnussen, B68, Jógvan Isaksen, KÍ, Uni R. Petersen, ÍF, Rógvi E. Nielsen, 07 Vestur, Gunnar Zachariasen, AB Danmark, Rene S. Joensen, Brøndby IF Danmark

 

Sammett við liðið, sum 31. mai megnaði málleysan javnleik í Gundadali ímóti Norðurírlandi, eru tríggjar broytingar gjørdar: Teitur Gestsson er í málinum í staðin fyri Kristian Joensen, sum er skaddur, og Róaldur Jacobsen og Hallur Hansson eru á miðvøllinum í staðin fyri Gunnar Zachariasen og Andre Olsen.

Tað regnaði fyrr í morgun í Belfast, men nú er turt, og líkindini at spæla fótbólt eru góð, verður sagt úr føroysku leguni í Belfast.