U16-landsliðini avstað í næstu viku

Hondbóltur: U16-landsliðini hjá gentum og dreingjum skulu luttaka í sterkari kapping í Danmark um páskirnar

HONDBÓLTUR: Á páskum skulu U16-hondbóltslandsliðini hjá gentum og dreingjum til Danmarkar, har tey skulu luttaka í eini kapping í Åbybro, sum liggur nakað norðan fyri Aalborg í Jútlandi.

Tað hevur ikki verið nógv at hoyrt um hesi liðini, og sum skilst hava venjingarnar í vetur eisini verið spjaddar, men kortini støðugar. Venjari hjá dreingjunum er Sophus Dal Christiansen, og hjálparvenjari er Bogi Henriksen, meðan Benny Vium venur genturnar. Hesir hava allir sjálvir verið rættiliga upptiknir av hondbólti í vetur, og tí hava venjingarnar verið eitt sindur spjaddar síðani í oktober mánaði, tá tær byrjaðu.

Í dag og í morgin fara U16-liðini at venja frá klokkan 14.00 til klokkan 16.00 í høllini á Hálsi í Havn, og aftan á verður dystur spældur.

Ætlanin var, at føroysku U16-landsliðini skuldu fara til Danmarkar eina ferð í summar, men fyri einum góðum mánaði síðani kom ein innbjóðing úr Åbybro at luttaka í kappingini, og avgjørt varð at taka av.

Sum skilst er tað ikki hvør sum helst, sum sleppur við til kappingina. Fyrireikararnir hava verið noyddir at siga nei við fleiri lið, sum hava ætlað sær við, so eingin ivi er um, at hetta er ein sterk kapping, føroysku liðini skulu vera við í.