U17: B68 er steypavinnari

Rúna Olsen bleiv stóri spælarin fyri B68, sum vann á EB/Streymi

B68 hevur í kvøld vunnið steypakappingina fyri U17 gentur. Úrslitið bleiv 3-1, men tað var ikki fyrr enn í longdari leiktíð, at avgerðin fall móti EB/Streymi.

 

Rúna Olsen legði B68 á odda, áðrenn Eyðbjørg Ellingsgaard javnaði fyri EB/Streym. Tað stóð á jøvnum við seinasta bríksl í vanligari leiktíð, so tað mátti longd leiktíð til.

 

Her vóru tær av toftum drúgvari. Rúna Olsen skoraði aftur fyri B68 til 2-1. Heilt móti endanum av teimum 100 minuttinum staðfesti Edna Maria Højgaard sigurin við málið til 3-1. Nógv fólk var til dystin og toftafólk, sum eins sundalagsfólk, høvdu gjørt nógv burturúr. Almenna áskoðaratalið er 483.

 

Eftir dystin bleiv Rúna Olsen kosin til besta spælara í finaluni. Hon er eisini liðskipari og tók sostatt eisini móti steypinum.

 

B68 - EB/Streymur 3-1 (1-1) eftir longda leiktíð

1-0 Rúna Olsen, 56

1-1 Eyðbjørg Ellingsgaard, 65

2-1 Rúna Olsen, 81

3-1 Edna Maria Højgaard, 96