U17 manslandsliðið í fótbólti er í Estlandi og kappast í einari menningarkapping har mótstøðuliðini eru Estland, Litava og Liktinstein.
Fyrr í dag taptu Føroyar 0-2 móti Litava, hóast Føroyar spældu 11 móti 10 størsta partin av seinna hálvleiki, tí Litava fekk mann vístan av vøllinum.
U17-landsliðsvenjarin, Áki Johansen iðrar seg um tapið og allar teir stóru málmøguleikarnar sum hansara menn brendu tá teir vóru fríir við litaviska málverjanum. Men leikliga var nógv at fegnast um sambært Áka Johansen.
TRÝST Á PÍLIN UNDIR MYNDINI,
og hoyr samrøðuna FM1 gjørdi við Áka Johansen fyrr í dag.
Mikudagin klokkan 17 spæla Føroyar móti Estlandi. Fríggjadagin klokkan 11 spæla Føroyar móti Litava.