U17 fótbóltslandsliðið, sum skal verða við í EM-undankapping í Norðurírlandi, er nú tikið út. Landsliðsvenjararnir Pætur Clementsen og Finn Johannesen hava sent boð eftir hesum spælarum:
Hans Jørgensen, Erland Berg Danielsen SKÁLA, Sámal J. Djurhuus, Ási Dam FS Vágar 04, Heri Nesá, Viljormur Davidsen, Klæmint A. Olsen, Jóhan Símun Edmundson NSÍ, Rógvi S. Holm B36, Gunleif Olsen TB, Eli Simonsen, Páll Klettskarð, Andrias N. Ellingsgaard, Jógvan Isaksen KÍ, Erling Jacobsen GÍ, Heini Vatnsdal, Martin Tausen VB, Thomas J. Thomsen HB.U17 landsliðið fer úr Føroyum týsdagin 17. oktober og skal spæla dystir ímóti Norðurírlandi, Sveis og Kypros. Dysturinir verða spældir í Belfast.