U17: Framúr avrik til NM í Noregi

Úrtøkan gjørdist til ein sigur og tvey tap fyri føroyska U17-landsliðið við dreingjum, sum hesar seinastu dagarnar hevur verið til NM kapping í Noregi, skrivar Fótbóltssambandið

Føroyska liðið, ið byrjaði á vøllinum móti norðurírum - Mynd: Rúni Klein Joensen

Úrtøkan gjørdist til ein sigur og tvey tap fyri føroyska U17-landsliðið við dreingjum, sum hesar seinastu dagarnar hevur verið til NM kapping í Noregi, skrivar Fótbóltssambandið.

 

– Tað var fantastisk at vinna móti Norðurírlandi, og eg haldi eisini, at sigurin var fult uppiborin. Vit vóru betri á nærum øllum plássum á vøllinum. Og sum heild eru vit hampuliga væl nøgdir við kappingina.

 

Soleiðis sigur Fróði Benjaminsen, ið vanliga er hjálparvenjari hjá U17-landsliðnum við dreingjum, men sum til NM kappingina í Noregi stóð á odda fyri liðnum, meðan Eyðun Klakstein var burturstaddur.

 

Føroyar løgdu fyri við teprum 1-0 tapi fyri Svøríki, og síðan vunnu okkara dreingir við einum máli móti ongum móti Norðurírlandi. Føroyska málið skoraði Thomas Bjørn Miezan, ið her fyri skifti frá HB til FC Keypmannahavn.

 

Í triðja dystinum í kappingini møttu okkara dreingir rættuliga sterkari mótstøðu, tá Ongland tók ímóti. Kortini megnaði føroyska liðið, sum hesaferð var nógv darvað av skaðum, at geva teimum ein skarpan gang, og um eitt sindur meir av hepni var við okkara dreingjum, so fingu teir eisini okkurt mál. Serliga ta einu ferðina var nær við, tá Thomas Bjørn Miezan rakti stongini. Men tá avtornaði fór Ongland tó við øllum, og vann 3-0

 

Næst á skránni hjá U17-dreingjunum er EM-undankapping í Portugal í november, har Føroyar eru í bólki saman við Portugal, Slovenia og Kasakstan.

 

##med1##

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

Føroyska liðið, ið byrjaði á vøllinum móti norðurírum - Mynd: Rúni Klein Joensen

Føroyska liðið, ið byrjaði móti Svøríki – Mynd: Rúni Klein Joensen

Thomas Bjørn Miezan gjørdi málið, tá føroyku U17-dreingirnir vunnu 1-0 á Norðurírlandi – Mynd: Runi Klein Joensen

Fróði Benjaminsen, ið als ikki er nakað ókent andlit í føroyskum fótbólti, stóð hesaferð á odda fyri U17-landsliðnum við dreingjum – Mynd: Rúni Klein Joensen

Teir fyrstu ellivu, ið byrjaðu móti Onglandi – Mynd: Rúni Klein Joensen