U17: Javnleik móti Wales

Tóra Mohr skoraði bæði málini, tá føroyska U17 kvinnulandsliðið spældi javnleik 2-2 móti Wales

Føroyska U17-gentulandsliðið hevur í dag spælt javnt ímóti vertunum Wales. Úrslitið gjørdist 2-2. Í slíkum kappingum verður síðani farið til brotssparkskapping. Her vann Wales brotsparkskappingina, soleiðs at úrslitið gjørdist 6-5.

 

Les eisini: U17: Vunnu á Kasakstan

 

Føroyar vóru á odda 2-0 í hálvleikinum. Sum skilst, so skoraði Tóra Mohr bæði málini fyri Føroyar. Tað fyrra málið var beinleiðis uppá hornaspark.

 

Føroyar hava frammanundan vunnið 2-0 á Kasakstan í hesi kappingini.